Amerikanska sjónvarpið CNN hevur slept ætlanini at gera samrøðu við norska hópdrápsmannin Anders Behring Breivik, áðrenn rættarmálið ímóti honum byrjar seinni í mánaðinum.
Norska kringvarpið NRK segði í gjár, at CNN ætlaði at fáa eina samrøðu við Breivik. Sum skilst vil Breivik fegin tosa við onkran stóran útlendskan fjølmiðil, áðrenn hann skal í rættin tann 16. apríl, men verjarnir hava mælt honum frá. Teir halda, at hann skal heldur fyrireika seg til rættarmálið.
Fleiri av teimum stóru útlendsku fjølmiðlunum so sum BBC, CNN, Der Spiegel og New York Times ætla at fylgja rættarmálinum ímóti Breivik, og roknað er við 430 útlendskum tíðindafólkum til Oslo í teimum ørindum.