Tá <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Elin Hentze"$?$end$!$Elin Hentze</st1:PersonName$?$end$!$ tónleikaumboð legði eini lítil boð inn á heimasíðuna hjá Paste Magazine og hópin av øðrum miðlum og plátufeløgum, umboðsfólkum, um at fara inn á hennara heimasíðu, at lurta eftir føroyskum bólkum og einstaklingur, var tað mest til stuttleikar, men eisini við eini lítlari vón um at okkurt spurdist burturúr. <BR>Tí var tað eisini ein hjartans fegin Elin, ið greiddi okkum frá, at Josh Jackson úr Paste Magazine varð vorðin so góður við tónleikin hjá Lenu, at hann hevði boðið henni at fáa lagið Cant Erase It við í eitt stórt tónleikatiltak, ið Paste Magazine ger saman við Coca Cola fyri at marknaðarføra óheftan tónleik. Cant Erase It er eitt av fyribils 10 løgum, ið verður lagt út á tónleikaheimasíðuna hjá Coca Cola, at taka niður ókeypis. Lagið verður bæði tøkt at hoyra, taka niður og sum ringitóni, Lena fær ikki nakran pening burturúr hesum, men her er talan um sera góða marknaðarføring. Hetta er fyrsta tiltak av fýra, so samanumtikið vera 40 bólkar lagdir á heimasíðuna hjá sodavatnsrisanum.
Elin greiðir frá, at Josh Jackson var Teitur fjeppari, og at hann tí gjørdist áhugaður, tá hann fekk áheitanina um at fara inn og lurta eftir tónleiki úr hesum fjarskotna stað. Honum dámdi sera væl tónleikin hjá Lenu, og setti seg tí í samband við Elina og Lenu, um at brúka lagið Cant Erase It í hesum sambandi. Eitt tilboð sum Lena glaðbeint tók av.