Hetta er ein spennandi dagur hjá føroyskum fótbólti í Conference League.
Klokkan 17 skal NSÍ á Bolt Arena leikvøllinum í Helsinki royna at verja 4-0 leiðsluna teir hava frá fyrra dystinum móti HJK Helsinki, ið hava eitt stórt trýst á sær.
Klokkan 19.45 tekur KÍ móti Samuel Chukwudi og hansara liðfeløgum í SJK Seinäjoki á vøllinum við Djúpumýrar í Klaksvík. KÍ hevur eina 2-1 leiðslu við sær frá fyrra dystinum.
Hóast 0-4 tapið í Klaksvík er HJK stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna seinna dystin á NSÍ.
Oddsini upp á sigur til HJK liggja millum 1,25 og 1,31.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,50 og 6,13.
Oddsini upp á sigur til NSÍ í útidystinum í Helsinki liggja millum 6,23 og 8,75. Tað týdningarmesta er tó, at NSÍ vinnur ein samantaldan sigur.
HER eru oddsini upp á dystin HJK-NSÍ:
##med2##
KÍ er favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna á SJK í kvøld.
Oddsini upp á sigur til KÍ liggja millum 1,55 og 1,65.
Oddsini upp á javnleik, ið sendir KÍ víðari í kappingini liggja millum 3,90 og 4,29.
Oddsini upp á sigur til SJK liggja millum 4,20 og 4,95.
HER eru oddsini upp á dystin KÍ-SJK:
##med3##