Connie í summarhýri

Paradise dullan Connie Brockie, lýsir við heldur summarsligum klæðum í donsku miðlunum. Hon hevur nevniliga verið modell fyri eina danska mannfólka heimasíðu, og nú hava myndirnar funnið sín veg til Føroya. Connie Brockie, ið var ein av luttakarunum í Paradise Hotel 2009, heldur fram við at vísa seg heldur lítið ílatin. Seinasta dømi um hetta er nú komið til sjóndar, og er talan um myndir tiknar av danska myndamanninum Christian Gruner, og eru tær at síggja á donsku mannfólka heimasíðuni www.connery.dk.

Connie sigur í dag við www.eb.dk, at um hon verður biðin at luttaka enn einaferð í Paradise Hotel, so vil hon avgjørt umhugsa støðuna, hóast hon var heldur langt burtur frá sigrinum í seinasta umfari.

Myndirnar kunnu eisini síggjast á portalinum og planetini undir myndafrásøgn.