Dysturin í millum GÍ og KÍ í Sarpugerði í Gøtu var bert fýra minuttir gamal, tá fyrsta málið kom. Tað var nýggi áleyparin hjá KÍ, Denni Conteh, sum kom at standa væl fyri, og hann sendi bóltin í málið til 1-0.
Eftir hetta gekk rættiliga javnt á í fyrra hálvleiki. Bæði liðini fingu eisini onkrar smærri málmøguleikar, men inn vildi bólturin ikki, og tí var støðan eisini 1-0, tá liðini fóru til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki royndi GÍ at fáa útjavnandi málið, men KÍ stóð væl í verjustøðu, og tí spurdist aloftast einki burtur úr hjá heimaliðnum.
Endin av tí heila var, at málið hjá Denni Conteh gjørdist tað einasta í dystinum, og sostatt vann KÍ enn ein dyst í formuladeildini, og við sigrinum 10 stig fr+a VB/Sumba á næstaftasta plássið. Tí kann KÍ nú byrja at hyggja upp eftir stigatalvuni.
GÍ-KÍ 0-1 (0-1)
0-1 Denni Conteh