Finalan í Copa Libertadores, sum svarar til Champions League í Suðuramerika, sum skuldi verða í gjár, er útsett. Áskoðarar hjá heimaliðum, River Plate, løgdu á spælarabussin hjá Boca Juniors. Fleiri spælarar komu til skaða í hendingini.
Fyrst bleiv finalan útsett í tveir tímar, áðrenn fyrireikarnir og leiðslan í Suðuramerikanska fótbóltssambandinum valdu at fyribils útseta seinnu finaluna. Fyrri dysturin bleiv spældur á heimavøllinum hjá Boca Juniors og endaði við javnleiki 2-2.
Hetta er eitt sindur av eini dreymafinalan millum arvafíggindarnar úr Argentina, River Plate og Boca Juniors. Eitt nú vandi Boca Juniors frammanfyri næstan 50 túsund áskoðarum, tá teir høvdu seinastu venjingina undan seinnu finaluni.
Seinna finalan í Copa Libertadores verður í kvøld klokkan 20.