Nýggi James Bond filmurin »No Time to Die« skjuldi verða frumsýndur 31. mars við stórt tiltak í London.
Men nú mugu fjepparar bía í fleiri mánaðir, tí frumsýningin er flutt til 12. november.
Tað upplýsir framleiðarin av James Bond-filminum á Twitter.
Sambæret The Guardian vístu fjepparar í opnum brævi í gjár á, at teir fegnir vildu útseta frumsýningina vegna útbrotið av coronavirus.
Bretski sjónleikarin Daniel Craig er aftur í høvuðsleiklutinum sum James Bond, og tað er helst fyri seinastu ferð. Upptøkur til nýggja James Bond filmin eru eisini gjørdar í Føroyum, í Kalsoy, tó at eingin veit, júst hvussu nógv av hesum verður at síggja í filminum.
/ritzau/