Coventry undir strikuni

Eftir at teir ikki høvdu tapt í fýra dystir, megnaði Coventry ikki at fáa nakað við sær, tá teir í dag vitjaðu oddaliðið í næst bestu bretsku deildini, Sunderland.
Leingi var annars líkt til, at Coventry skuldi fáa ein javnleik við sær, men eitt korter fyri leiklok avgjørdi innskifti Chris Brown dystin.
Claus Bech Jørgensen spældi allan dystin fyri Coventry, men tað hjálpti ikki stóra. Tapið ber við sær, at Coventry nú er á niðurflytingarplássið.