Coventry vann í evstu løtu

Fáar minuttir fyri leiklok skoraði Coventry ímóti Hull í næstbestu ensku deildini leygardagin. Hetta var einasta málið, sum kom í dystinum, og Kevin Thornton syrgdi fyri tí. Føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen er við í hópinum hjá Coventry, men hann var ikki við til dystin ímóti Hull. Í farnu viku sat hann á beinkinm allar 90 minuttirnar til ein steypadyst, men hesaferð vóru ikki boð eftir honum til besta liðið. Coventry togaði seg við sigrinum upp á 13. pláss í deildini, har 24 lið spæla við.