Styrelsen for patientsikkerhed í Danmark kannar nú ein tilburð, har ein kanadisk kvinna við coronasmittu hevur ferðast umvegis flogvøllin í Kastrup.
DR skrivar, at 34 ára gamla kvinnan kom til Keypmannahavnar við familjuni týsdagin og fleyg víðari til Kanada dagin eftir. Kvinnan kom til Keypmannahavnar úr Teheran í Iran, sum er eitt av londunum, ið er harðast rakt av covid-19 sjúkuni. Higartil hava 54 fólk latið lív í Iran.
Kvinnan hevur fingið staðfest covd-19, eftir at hon kom til Kanada, og sambært kanadiska miðlinum CBC hevði kvinnan greitt frá, at hon hevði sjúkutekin longu áðrenn hon kom til Keypmannahavnar. Hon hevði kortini ikki greitt nøkrum myndugleikum frá, at hon var illa fyri.
Flogvallarmyndugleikarnir í Kastrup fingu boð um sjúkutilburðin frá Air Canada, sum var flogfelagið, ið kvinnan fleyg við til Kanada saman við familjuni. Úr Kastrup eru boðini, at eingi eyka trygdarátøk eru sett í verk, men at flogvøllurin heldur áfram at fylgja leiðreglunum frá heilsustýrinum í Danmark.
Kvinnan er í sóttarhaldi í Kanada, men einki hevur verið at frætt, um nakar annar í familjuni hevur fingið sjúkutekin.
Við DR sigur Styrelsen for patientsikkerhed, at stýrið hevur samband við kanadisku heilsumyndugleikarnar fyri at finna fram til, hvørjum smittaða kvinnan hevur verið í sambandi við.