Creamy onga konsert í Havn


 

Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Creamy kanska fór at hava eina eykakonsert í Havn. Fyrireikararnir hava nú boðað frá, at henda konsertin undir ongum umstøðum verður hildin.

Tey, sum ikki hava ognað sær atgongumerki til konsertina inni í Runavík, sleppa sostatt ikki at síggja tær báðar genturnar á palli.

Fyrireikararnir siga, at fleiri enn 1500 atgongumerki longu eru seld til konsertina í Eysturoynni, so tað eru ikki nógv eftir.

Fyrireikararnir siga, at fleiri kanska bíða við at keypa atgongumerki, tí tey vænta, at ein konsert eisini verður í Havn, men henda verður nú av ongum.