Credo aftur á pall

Trioin Credo fer á pall í KFUK í Klaksvík í kvøld kl. 23. Hetta verður eitt forkunnugt høvi at hoyra eitt av mest spennandi nøvnunum innan kristiligan tónleik í Føroyum aftur. Credo hevur nøkur ár á baki, eftir at luttøku í Gospel Prix 2003 spældi bólkurin rættiliga nógv, og vann sær hópikn av fjepparum. Men eftir eina konsert á sumri 2005, var stilt kring bólkin, tí limir í bólkinum hava verið somikið upptiknir av øðrum verkætlanum. Men í heyst fór bólkurin aftur undir at skriva tónleika saman, og nøkur úrslit av hesum arbeiði finnast á myspace heimasíðuni hjá bólkinum.

 

Upprunaliga var Credo ein verkætlan tónlistarliga snillinginum Alvin Ellebye Andersen, Leivur Vitalis og sangaranum Hans Andriasi Olsen. Men bólkurin vaks til fimm limir stutt eftir. Nú er Credo tó aftur vorðin ein trio, við teimum trimum stovnandi limunum.

 

Bólkurin ferðast innan fyri popp og rokk og lýsir sínar íblásturskeldur sum Delirious?, Carpark North og Jeremy Camp.

 

 

Vitjað Credo á Myspace á myspace.com/credofo

ella á heimasíðuni www.credo.fo