Cremé de la merde í Norðurlandahúsinum

Jón Ellendersen
Oyrarbakki
???
Við vanda fyri, at ongin aftur fer at smílast til mín, at eg verið friðleysur niðan fyri rundkoyringina í Hoyvík og at ein serstøk elita í Havn avsigur eitt fatwah yvir meg, takið eg nú pennin í hond og royni, við illa vandaðum orðum at siga tað, sum eg í einum ovfærakátum sekundi hevði kunna funnið uppá at sagt eins og amerikumenn gera tað: við eini maskinbyrsu. Men, rolig, rolig Anton, det gør vi kun på film.
So, eins og Luther sigur: Eg standi her og kann ikki annað, eg meini, nú tað er so populert at tosa um pávan og pávan og pávan og pávan, leggi eg til brots ? um so er, at hetta sleppur gjøgnum hárfína nálareyga hjá Dimmu ella Sosialinum .... og kanska tí, eru tað bara tit, sum lúra í pappírskurvina hjá mær, sum sleppa at avgera um eg skal kjølhálast, knokkroytast, rullast í tjøru og fjøður ella simpulthenn: verða flongdur á berari reyv mitt úti á Havnargøtum.

Og soleiðis byrjar søgan:
Einaferð var tað, at famieningar, kunoyingar, múlamenn og gásadalskonur og eg, eins og mong onnur, setti okkum væl til rættis í sofuni, tí influenzan stjól møguleikan at vera í Norðurlandahúsinum frá okkum. Eg gleddi meg at hoyra Eivør, Guðrum Sólju, Lenu og so Go Go Blues og Makrel ? og helst kanska onkran annan eisini, Terja td. sum eg haldi eg kann samanlíknast við so fragar menn sum sum Kim Larsen ? og her hugsi eg meiri um tað, at Terji og Føstufressar, eins og Frændir, eru eitt slag av føroyskum ikonum við løgum og tekstum sum mangur føroyingur situr og murrar ella singur við til. So Terji, væl ella illa upplagdur er altíð eitt upp-livilsi.
Men, í Prix Føroyar høpi gerst hetta føroyska ikonið til eitt slag av ?mangul-uppá-betri-loysn?, og enn verri gjørdist tað tá ein fyrr so melodiøsur frændalimur jarmaði og rópti ein tekst út í salin, kanska inspireraður av Stones, AersoSmith v.fl. pensioneraðum rustjollarum, sum síggja bæði groteskir og dummir út við gráum brynguskeggi, eini reyv við ongum vøddum, og litfarnum gamasjum. Knappliga gjørdist AME tiltakið til eitt flóvisligt AK OG VE neyðarróp frá eini farnari tíð. Stones og AeroSmith er til at skilja, tí teir hava spilt allan sín ungdóm í einum longum narkorúsi, og nú royna teir at fáa nakað aftur av tí mista við at spæla pensionistatannáringar, eins og tey, sum ganga í barndømi. Og tað haldi eg í øllum føri at Terji er ov góður til.
No hard feelings Terji, tú hevur, og tað við røttum, havt tína feitu tíð við nógvum og góðum landaplágum og sama upplivilsi hevur Eyðun havt, so tað burdi verið tað. Men, tá tað sum so ofta ikki skal henda hendir, at tey gomlu á ellisheiminum reisa seg upp mitt undir gudstænastuni og rópa ?reyvarhol? ella okkurt annað, sum hesi stillføru og fyrr so væl-orðaðu skilafólkini ikki høvdu tikið uppá tunguna áðrenn tey vórðu rakt av einum lemjandi heilaskaða. Men, munurin er so tann, at prestar sum Elsa Funding við fleiri vita hetta frammanundan og tískil duga at taka tað og starvsfólkið og familjan kunnu, um ikki heilt, so nøkulunda slappa av.
Men ikki í Norðurlandahúsinum, vælsignaðir menn ? ikki í Prix Føroyar høpi, ikki á AME, ikki í tí fora, sum er ætlað til at menna tann unga tónleikin og at fáa útlendingar at vísa áhuga fyri føroyskum tónleiki. Hatta er líka pínligt sum tá hasir øldrekkandi danirnir við stórum búki, berum nalva og í ommutuflum ganga runt í joggingklæðum ella verri, ganga naknir á strondini og halda veruliga at konu-fólkini halda teir vera superlekrar ? ikki tey javngomlu, nei, nei, tær ungu genturnar. Og tað einasta eg nakrantíð havi hoyrt genturnar sagt er: Ulækkert!
Ok, let go, hatta var eitt mistak sum vantandi ikki kemur fyri aftur og so kann Terji framhaldandi undirhalda føroyingar við sínum frálíka tónleiki ? vitandi um, at hann er ikki ein ungur, framfýsin, droymandi og vónandi tónleikari, men ein etableraður maður, sum hevur sín stíl til hann doyr. Ja, so var tað fyri so vítt í lagið.
Men nei, kvøldið skuldi helst oyðileggjast heilt so øll hin innara menniskjan hjá hópin av føroyingum, sum var tunað inn uppá at hoyra góðan tónleik, framúrskarandi røddir, nýtt hugflog á høgum støði, upplivdu tað sum um dessertin knappliga smakkaði av røstum fiski ? og tað gjørdi tað góða vínið við. Hin ræsti lukturin varð presenteraður soleiðis (einaferð) ?teir eru ikki túsund, men 200!?
Á jú, sjálvandi minnist eg hvussu hjálparleysir teir fyrstu tekstirnir eg skrivaði vóru, og enn í dag er ein sangur, sum gjørdist ein hálv landaplága fyrst í 80unum eitt ævigt minni um, hvussu eg í øllum føri ikki skal halda, at ein tekstur er good enough for me and Bobby MgGea! Men hvat, fólk sang við og vóru glað. Á ja, og so sjálvandi tað: teksturin var eingin útspilling av nøkrum, eingin grotesk framstilling av einum øðrum menniskja, ikki so frægt sum Óla Breckmann sum eg ?í teimum døgum? hevði gjørt sum mítt stórsta, besta og mest yndaða álopsmál ? og tað við røttum. Nei, tú fert ikki út við einum sangteksti og spillir onnur út sum ikki hava ein kjans at verja seg. Tað brúkar tú fjølmiðlarnar til, so mikið av etiskari virðing má vera í tær fæst tú við at skriva tekstir til fólkið.
Og nú, eg havi skrivað fleiri hundrað tekstir á føroyskum, donskum, svenskum og enskum, útgivnir í fleiri londum ? undir einum jonkasligum kunstnaraheiti ? tað sama sum eg havi nýtt tá eg arbeiddi innan reklamubransjuna í DK, hevði framsýningar ella stóð fyri ella gjørdi tilfar til eina risastóra framsýning í Bella Center ? í misskiltari, føroyskari eyðmýkt. Nic var heitið, og í dag angri eg tað, tí hvør er Nic, eingin hevur minsta anilsi um tað. Ja, ja, so fór hatta petti við eitt sindur av fjaldum sjálvrósi, og tað, eins og okkurt, eg seinni komi inn á, sigst at stinka.
MEN SIG MÆR EITT tú tónleikaheimur Føroya: Er tað at rokna sum góður tónleikur, sum framúrskarandi listarligt upplivilsi og undirhald, sum cremé de la cremé av føroyskum dygdartónleiki at hoyra ein talentleysan tjóðveldismann ? sum fyri teimum flestu einki annað hevði sum vørumerki enn, at hann dugdi at siga, at Jenis av Rana var ein ?vemmiligur maður?. Er tað veruliga vorðið so livandi galið, at hetta er nakað av tí besta Føroyar kann bjóða fram sum ?komandi føroysk succes í útheiminum??
Eg havi ongantíð hoyrt ein so illa skrivaðan tekst, ein so illa sungnan sang ? hvussu punk punk tað nú er, tí sjálvt teir mest anarkistisku ensku punkbólkarnir hava altíð havt so mikið av virðing fyri sær sjálvum og sínum javnlíkum, eins og Nina Hagen, at teir hava latið teir, sum duga at skriva ein tekst ? ikki bert orðaskvaldur ? sloppi framat, ella vissað seg um, at sjálvkritikkurin stýrdi teirra egna penni. Men í Føroyum, anno 2005, har m.a. hevur verið tosað um at lyfta arvin eftir Kára P., um framúrskarandi úrslitini hjá Eivør, Teitur, Lenu, Týr, Guðrun Sólju o.ø. uttanlanda, sum hava verið ein sera, sera góð reklama fyri føroyskan tónleik, ja, í Føroyum, har verður cremé de la merde tónleikur lyftur upp á hægstu tindar eina og aleina tí 1. sangarin er tjóðveldismaður 2. tí sangarin spillir Jenis av Rana út og 3. tí hann er fortalari fyri, at vit øll við vold og makt skulu góðtaka at samkynt samlív er lekkurt og at javnmeta við tað samlív, sum kona og maður, genta og drongur hava.
Men lat meg líka koma við einari einastu viðmerking til tað: menniskjan, tvs. kvinnan í hesum føri er útgjørd soleiðis, at tá hon og maðurin fara í song saman, so noyðist hann ikki at kanna eftir um tað nú var nalvin ella annað oyra ella ja, you name it .... sjálvt hundarnir vit tað. Men eitt sindur longri aftur situr ein opningur, sum er ætlaður til at sleppa sær av við skarnið, lortin, skræpuna, tað, sum luktar illa og eingin uttan ein svakur italskur filmskapari pástendur er eins delicious og ein vælstokur lambsryggur. Vit eta ikki skarn! Vit føða heldur ikki børn gjøgnum oyra ella pissa gjøgnumannan næsagluggan, logikkur! Og tað ivist eg ikki í, at øll geva mær rætt í.
Men knappliga, so knekkar logikkurin og tað at parast á ein hátt (sum frástoytir nógv menniskju, ikki minst meg aftaná at eg havi tikið mær av einum heilaskaddum bøssa í longri tíð og sæð teir sjúkligu homopornofilmarnar, hann spældi umaftur og umaftur) sum ikki sam-svarar við tað, sum er náttúrligt ? og minst til, eg nýti ikki orðið ?normalt, men náttúrligt skulu allir føroyingar bankast til at halda er í fínasta lagið. Og tá so ein illasyngjandi misskiljing sleppur at oyði-leggja eina heila dreymaverð í Norðurlandahúsinum bara tí hann sigur ?sam-kynd? og ?Jenis er ein vemmiligur maður?, so slitnar tráðurin fullkomiliga, fullkomiliga.
Og kom so ikki og sig, at tað hevur nakað sum helst við accept at gera! Yvirhøvur einki hevur tað við accept at gera, tí tað eru fá menniskju eg havi verið so góður við sum júst tann heilaskadda bøssan, sum var eitt framúrskarandi menniskja á einhvønn hátt. MEN, eg helt, og tað visti hann av og góðtók, at tað hann framdi seksuelt var frástoytandi fyri meg. Júst sum tað er frástoytandi hjá mongum at síggja ein týskan pornofilm ella niður í gapið á eini krokudillu. Tað luktar illa, sera, sera illa. Men tað frátekur mær ikki rættin at halda, at krokodillan er eitt imponerandi djór!
Men, tíanverri, alt hetta ?sjálvsavgerðarrætts-tosið?, alt ?tjóðskapartosið? øll argumentini hjá teimum flestu tjóðveldisfólkum er fyri langari tíð síðani follið pladask á gólvið, tí tað er einki slag í Føroyum, sum eftirapar danskarum so nógv sum júst tey sokallaðu ?frælslyntu? ? eisini um tey nú ikki eru tjóðveldisfólk. Harra mín Gud, duga tit yvirhøvur ikki at síggja, at ístaðin fyri at hava skapt eitt enn fríari Føroyar, so hava tit skapt eitt minikopi av Danmark við donskum hugsjónum, donskum mentunardominansi, ja, so loypast skal til Danmarkar at læra føroyingar at skriva sangtekstir. Ikki til Finnlands, ikki til Sámaland, ikki til Noregs ella Íslands, nei, tjóðveldisfræslynt ella vánalig Leninkopi, sum ikki hava tað minsta skil fyri, hvat frælslyndi er, hava kroyst ein danskan kopistat niður yvir høvdið á føroyingum ? tíbetur, mest teimum sum búgva í Havn og úrslitið: Havnin er líka so perudonsk sum hon var tá William Heinesen var barn.
Løgið, hóast alt: Tað átti at verið sambandsmenn sum vóru so prodanskir. Men so illa fjalt sum tað frælslyndi, sum einki annað er enn læntir fjaðrar, so er tað júst í tjóðveldishøpi og einum stórum parti av javnaðarhøpinum at vit finna teir mest danskara-undirbrotligu neyðarsligu føroyingarnir sum ikki hava eina einastu sjálvstøðugu meining, og tískil duga politikarar teirra heldur ikki at smíða eina tað einastu føroysku lóg men bert illa umsettar og mangan illa virkandi danskar lógir.
Men hvat, tað er føroy-inginum so líkt ikki at sleppa sær av við mann-minkandi leinkjurnar frá kolonitíðini, men hinvegin royna at kamuflera leinkjurnar við alskyns máling, sum tíanverri fyri tey, varð vaskað av í Norður-landahúsinum tað kvøldið til skomm og vanvirðing fyri alt fólkið. So nógv kann ein klovn sum syngur so illa ein illaskrivaðan sang sleppa at oyðileggja, bara tí hann hevur tað politiskt korrektu fasaduna ? eina danskan trælahugburð!
Og ert tú nú í terri støðu, at tú ikki hevur skilt eitt petti av tí, eg royni at føra fram, so takk øll eintakini av lívsverkinum hjá Regini Dahl, pissa í fløguhúsarnar ella skoyn tær við innlegginum og sel tað so! Hvør kann tá droyma um at kunna hugna sær og glaðast yvir henda megnarmann, eins og vit hava kunna gleðst um Hans J Højgaard, William Heinesen v.fl. sum hava verið undangongumenn í at menna føroyska sangarvin. Ongin hevði hildið at lívsverkið hjá Regini Dahl var vert annað enn at kasta í ruskovnin, ongantíð ov skjótt.
Men hvør hevði nú funnið uppá nakað so svakt sum at oyðilagt henda skatt?
Jú, sig nú ikki ongin, tí tey finnast og sleppa enntá framat í Norðurlandahúsinum. So tað er ikki so langt frá sjúkligum fantasii til at tað er vorðið ?fólkaogn?.
Vælgagnist, men mær dámar betri, at ræstur fiskur er ræstur fiskur og ikki, at fromasjan er tilsett ræstfiskasmakk. Men í fløkta hugaheiminum hjá hesum fátæku menniskjum er ikki pláss fyri teirri hugsan, at ræstfiskaluktandi fromasja skjótt hevði forkomið bæði Hafnia, Hotel Føroyum og Smyril Line uppá ein dag! Og tað hevði eingin funni seg í.
Hví so finna seg í at teir sleppa at ruinera hin føroyska sangskattin uppá nakrar fáar minuttir?
Fortel mær tað, tí eg skilji ikki ein so forkvaklaðan logik.

PS: Eg og Jenis hoyra ikki heima í sama flokki, so her liggur eingin politiskur taktikkur aftanfyri, og heldur ikki hevur tað nakað at siga, at Jenis og eg báðir eru trúgvandi ella eru ættaðir úr Suðuroynni ella hava konu úr Klaksvík ella bla bla bla
Men, eg havi virðing fyri, at hann, í eini tíð har tað er eitt so óhugnaliga stórt ?brotsverk móti mannaættini? at vera politiskt ókorrektur, torir at vera hann.
Og líka eitt forrestin: tann mannaættin, sum hesir politiskt korrektu gera seg til talsmenn fyri, eitur á donskum ?en lille forsamling av politisk, ideologisk eller religiøs fælles overbevisning?.