Fyrilesturin um CTD hjá Ulrike Steuerwald fríggjakvøldið verður varpaður beinleiðis á Rás2. Tí kunnu fólk kring allan heimin fylgja við á internetinum Tað var Ulrike Steuerwald, sum á fyrsta sinni fann eitt samband millum óforkláriligan deyða hjá børnum og ungum í Føroyum og sjúkuna CTD.
Í fyrilestrinum fríggjakvødlið greiðir Ulrike Steuerwald frá um Carnitine, Carnetine Transporter og um Carnetine Transporter Defekt (CTD). Tosað verður um serstøðuna í Føroyum, og um ymsar kanningar- og viðgerðarhættir. Fyrilesturin er í fyrsta lagi ætlaður teimum, sum onkursvegna eru rakt av sjúkuni.
Fríggjakvøldið er eisini ætlanin at seta á stovn eitt sjúklingafelag fyri familjur við CTD.
Fyrilesturin í Miðlahúsinum, sum verður varpaður beinleiðis á Rás2, verður kl. 19.00. Øll eru vælkomin ? bæði vanligir borgarar og starvsfólk innan heilsuverkið.