Luftin í iranska høvuðsstaðnum Teheran er so illa dálkað, at sambært einum embætismanni, sum BBC hevur tosað við, eru næstan 10.000 fólk í býnum deyð av luftdálking tað seinasta árið. Tey flestu eru deyð av hjartatrupulleikum ella trupulleikum við andarásini, sigur embætismaðurin. Formaðurin í nevndini, sum skipar fyri átøkum ímóti luftdálking, sigur við BBC, at støðan er so álvarssom, at talan er næstan um felags sjálvmorð. Sambært formanninum er luftdálkingin versnað nógv teir seinastu mánaðarnar, og hann heldur, at ein triðingur av teimum 10.000 doyðu í oktober.