Bæði ein pápi og fleiri tannáringar hava við ein hollendskan dómstól fingið dóm fyri at hava dripið ein linjudómara undir einum fótbóltsdysti.
Pápin fekk seks ára fongsul og dómstólurin staðfesti eisini, at linjudómarin somuleiðis doyði av løstum, hini ákærdu góvu honum.
Dómarin bleiv sparkaður í høvdið fleiri ferðir av óðum juniorspælarum frá felagnum, Nieuw Sloten, eftir ein dyst í desember mánaði.
Tann 41 ára gamli linjudómarin varð lagdur inn á sjúkrahús, men doyði stutt eftir tilburðin.