“Dáma” knøttur avgerð tínar lýsingar

Facebook hevur í fleiri ár fylgt tínari atferð á netinum umvegis tíni “dáma” – eisini uttanfyri síður á Facebook.

Heimasíður við “dáma” knøttinum, eitt nú nethandlar, datingsíður ella tíðindagreinar geva eisini Facebook møguleika at vita, hvat tær dámar.

Hetta gevur Facebook møguleika at geva tær málrættaðar lýsingar, sum hava tín áhuga. Men tað er møguligt at steðga hesum lýsingunum.

Danska brúkararáðið Tænk hevur gjørt hesa vegleiðingina.

- Far inn á menuina ovast til høgru á Facebook.

- Vel “Indstillinger”

- Vel “Annoncer” í vinstru kolonnu

- Trýst á “Rediger” í feltinum “Annoncer baseret på min brug av websites og apps”.

- Vel síðani at sløkkja innstillingina.

Lýsingar eru inntøkukeldan hjá Facebook og tí slepst ikki undan teimum. Sløkkir tú hesar málrættaðu lýsingarnar, so fært tú tilvildarligar lýsingar heldur.

Danska Brúkararáðið heldur, at hóast tú sløkkir málrættaðar lýsingar, so kanst tú vænta, at tíni áhugamál umvegis “dáma” knøttin, framvegis vera goymd hjá Facebook.

Kelda: taenk.dk