Dámar einki, at tað er útselt

Jákup Veyhe er leikstjóri í sangleikinum FAME. Hann er væl nøgdur við, hvussu tað gongur við venjingunum


- Leikurin er við at taka form. Leikararnir hava gjørt stór framstig, serliga innanfyri sangin. Eg haldi sjálvur, at tey syngja ordiliga gott, tey eru fyri ein stóran part vald út eftir, at tey duga at syngja.
Nú tíðin til frumframførsluna styttist nýta tey venjingarnar at spæla senurnar ígjøgnum, men tað legst alla tíðina meira afturat.
- Teksturin hevur sitið í umleið tríggjar vikur. Dansurin er nøkulunda gjørdur, men har kemur meira koreografi í síðstu løtu. Nú eru tað búnar, sum koma. Orkestrið er akkurát byrjað at koma afturat, og síðan koma blásarar og kórið.
- Higartil hava øll vant fyri seg, har kapellmeistarin hevur verið sambindingin. Tað er sum ein lagkøka, har tað koma fleiri og fleiri løg. Hóskvøldið skulu øll venja saman fyri fyrstu ferð, greiðir Jákup Veyhe frá.
6. november fara pallsmiðirnir inn í Norðurlandahúsið, og 10. november sleppa leikararnir inn, har tey skulu venja seg við at brúka pallin, samstundis við at restin av dansinum skal fáast upp á pláss.
Enn eru tvær vikur til frumsýningina og allar tær sýningarnar ið stóðu á skránni, umframt tvær eykasýningar, eru longu útseldar. Bert nøkur fá atgongumerki eru eftir til tær síðstu fýra eykasýningarnar og fleiri sýningar vera ikki gjørdar.
- Mær dámar einki at tað hevur gingið so væl við søluni frammanundan, sigur leikstjórin og greiðir frá:
- Tað setur vónirnar so nógv upp, at mær hevði dámt betur, um tað bleiv selt eftir fyrstu sýningina, tí so var tað eitt rykti. Men eg skilji tað væl, tí Fame er eitt gott navn. Seinast studentaskúlin framførdi ein leik, var eisini gravgangur eftir atgongumerkjum eftir frumframførsluna. Tað er kanska tí, at fólk vilja tryggja sær atgongumerki, sigur Jákup Veyhe.