Grundlógardómstólurin í Egyptalandi hartar nú landsins forseta, Mohamed Mursi. Ein talsmaður fyri grundlógardómstólin sigur, at forsetin er farin í hernað ímóti dómstólinum og arbeiðir ímóti honum.
- Tað harmar limirnar í dómstólinum, at landsins forseti heilt óvæntað er farin í part við teimum, sum støðugt søkja at grundlógardómstólinum, sigur talsmaðurin, Maher Samy.
Sambært talsmanninum hevur Mohamed Mursi, forseti, skuldsett dómstólin fyri at lata úrskurðir leka út, áðrenn teir formliga verða almannakunngjørdir.