Leygardagin verður árliga klaksvíkarkappingin í fótbólti spæld. KÍ hevur nú boðað frá, hvørjir dómarar skulu døma ymsu dystirnar. Fyrsti dysturin er klokkan 12.45 millum B36 og EB/Streym, og verður tað Dagfinn Olsen, sum tá skal døma. Klokkan 15.00 spæla KÍ og NSÍ, og verður tað Rúni Gaardbo, sum dømir tann dystin. Sunnudagin klokkan 12.45 er dystur um triðja plássið, og skal Jón Kári í Brekkuni døma hendan. Finalan er sunnudagin klokkan 15, og hana dømir Eiler Rasmussen.