Fimleikur
Beint eftir døgurða mánadagin fóru menninir hjá Føroyum at kappast í fimleiki.
Fyrsta kappingin á skránni var kappingin fyri lið, og vóru tað teir fýra, Helgi W. Olsen, Høgni Øster, Tórarin Holm Petersen og Pól Esper Hanusson.
Tað luktaði
Lop og gólv vóru kappingarnar, sum kappast skuldi í, og eins og hjá kvinnunum vóru føroysku menninir teir fyrstu, sum trinu inn á gólvið. Hesa ferð saman við Jersey
Hetta tóktist tó á ongan hátt at nerva føroyska avrikið, og leingi tóktist eisini greitt, at júst hesi bæði liðini vóru tey sterkastu. Eingi av hinum komu nærhendis karakterunum hjá føroyingunum og Jersey, og eftir at Isle of Man, sum var seinasta liðið, hevði framt sína gólvíðkan, vóru áskoðararnir ikki í iva. Føroyar høvdu tryggjað sær gull.
Hetta mundi eisini vera fatanin fram til løtuna, tá dómararnir fóru at lesa upp karakterirnar fyri gólvíðkanina hjá Isle of Man. Hesar vóru sera høgar, og hóast lopini ikki vóru eins góð, so var hetta júst nóg mikið til at vinna seg fram um okkara, sum stóðu sum lamslignir.
Ikki minst tóktist tað løgið, at Man-búgvar høvdu somikið betri karakterir á gólvinum, tí flestu í høllini vóru samd um, at teir stóðu seg betri í lopunum, og tískil fór eisini alt fyri eitt at lukta av einari skipaðari ætlan at geva vertunum gullmerkini.
Moralskir vinnarar
Hetta tóktist eisini greitt, tá tey trý liðini skuldu fara á sigurspallin at taka ímóti heiðursmerkjunum. Teir av Man fingu sjálvsagt síni klapp, men hetta var lítið afturímóti tí, sum hendi, tá føroyingar fingu silvurmerkini. At kalla øll høllin livdi við, tá áskoðararnir áhaldandi klappaðu til heiður fyri føroyingunum, sum undir vanligum umstøðum so avgjørt áttu gullmerkini.
Rópt varð nærum eins leingi, tá Jersey fekk síni bronsumerki, sum helst áttu at vera úr silvuri, og eftir at tjóðsangurin varð spældur fyri vinnarunum, byrjaði so alt umaftur. Í fleiri minuttir horydust bert rópini á føroyingar, og hóast teir sóu heldur nipnir út, sum teir stóðu við silvurmerkjunum um hálsin, so mundu teir so avgjørt kenna seg sum moralskar vinnarar hesa løtuna.
Bert spell at hetta ikki sæst aftur í hagtølunum, sum verða førd fyri Oyggjaleikirnar. Har fer framyvir at standa, at Isle of Man vann liðkappingina hjá monnum í 2001, og so hjálpti tað lítið, at hallarvarparin at enda takkað øllum fyri ein óvanliga góðan dag fyri fimleikin sum ítrótt.