Tá vit eftir dystin á Skála tosaðu við Petur Reinert, sum var dómari í dystinum, vildi hesin ikki gera viðmerkingar til hendingina kring reyða kortið.
Vit hava sum so gjørt av at stramma reglurnar hjá okkum dómarum um, nær vit úttala okkum. Tað er nú einaferð so, at Skála hevur 48 tímar at kæra reyða kortið, sum eg havi givið. Sjálvur skal eg gera eina frágreiðing til hetta, og hana sendi eg so FSF. Fara vit dómarar at úttala okkum, og myndirnar í sjónvarpinum so ikki vísa neyvt tað sama, so kann tað skapa trupulleikar. Tí hava vit gjørt av, at vit úttala okkum als ikki um slíkar hendingar fyrstu 48 tímarnar eftir dystin. Men mikudagin eru tit vælkomin at ringja aftur, staðfestir Petur Reinert.