Dómari fekk ófantaligt sms-boð á miðjari nátt

FSF hevur biðið GÍ um eina frágreiðing, eftir at dómarin Petur Reinert fekk eitt ófantaligt sms-boð sendandi frá fartelefonini hjá einum GÍ-spælara á miðjari nátt

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur biðið GÍ um eina frágreiðing, eftir at dómarin Petur Reinert fekk eitt ófantaligt sms-boð sendandi frá einum GÍ-spælara á miðjari nátt.
Heimasíðan hjá GÍ greiðir frá hendingini, at Petur Reinert fekk boðini kl. 05:39 leygarmorgunin fyri 12 døgum síðani. Hetta var nakrar dagar eftir, at hann hevði víst ein GÍ-spælara út í dysti í Gøtu.
SMS-boðini vóru send frá fartelefonini hjá júst hesum spælara, og sambart FSF var teksturin í sms-boðunum óftantaligur og niðugerandi mótvegis dómaranum.
 
Formaðurin greiðir frá
- GÍ hevur ikki vitan um, hvat er hent í smálutum, men spælarin hevur givið GÍ/FSF eina skrivliga undirskrivaða frágreiðing, um at hann ikki hevur sent SMS, men onkur av teimum hann var saman við, hevur misbrúkt telefonina hjá honum, eftir at hava lænt hana. Hending fór fram eftir at teir, sum vórðu til staðar, høvdu kjakast um útvísingina, skrivar Janus Rasmussen á heimasíðuni hjá GÍ.
- Óansæð um hetta er gjørt í skemti ella álvara, so tekur Gøtu Ítróttarfelag sterka frástøðu frá øllum, sum á einhvønn hátt niðurgera ella gera seg inn á dómarar og onnur, ið varða av ítróttinum. Øll, íð stuðla GÍ, eiga at fylgja hesum hugburðið, fyri at fóbóltur og alt sum har hoyrur til, verður mennandi og ein fragd fyri øll.
- Gøtu Ítróttarfelag biður hervið Petur Reinert um umbering fyri hendingina, skrivar Janus Rasmussen.