37 ára gamli Svein Oddvar Moen hevur síðani 2010 hoyrt til teir fremstu fótbóltsdómararnar í Evropa.
Svein Oddvar Moen er ein av teimum sonevndu "Top Class"-dómarunum hjá UEFA, sum sleppa at døma teir størstu dystirnar í Champions League kappingini, og dystir í undankappingum.
Men hóskvøldið 6. oktober gjørdi Svein Oddvar Moen eitt mistak á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, sum fyribils merkir, at hann ikki fær nakra uppgávu at døma nakran dyst í Champions League, Europa League ella í HM-undankappingini tað, sum eftir er av hesum árinum.
Svein Oddvar Moen dømdi HM-undankappingardystin millum Ísland og Finnland, sum Ísland vann 3-2. Finnland var leingi á odda 2-1. Í tíðini, sum Svein Oddvar Moen hevði lagt aftrat skoraði Ragnar Sigurðsson sigursmálið. Finnar vóru tó dansandi óður um, at Svein Oddvar Moen góðkendi málið, tí finnar meintu, at bólturin var ikki farin innum strikuna. Liðskiparin hjá Finnlandi, Niklas Moisander hálaði í kragan hjá Svein Oddvar Moen, sum myndin eisini vísir. Svein Oddvar Moen gav tó Niklas Moisander tó bara tað gula kortið, og tað eru tey á UEFA høvuðsskrivstovuni alt annað enn nøgd við. Í teirra verð var tað eitt stórt mistak, at Svein Oddvar Moen ikki gav Niklas Moisander beinleiðis reytt kort fyri hendingina.
Svein Oddvar Moen viðgongur í samrøðu við norska TV2, at tað var eitt stórt mistak frá hansara síðu ikki at geva Niklas Moisander tað reyða kortið. Svein Oddvar Moen sigur seg tó ikki óttast fyri at missa heitið, sum "Top Class"-dómari hjá UEFA.