Eitt er sum føroysku liðini hava roynt í mong ár í evropeiskum fótbólti, og tað er at hava dómarar við fáum altjóða royndum.
UEFA hevur tað sum politikk, at teir nýkomnu altjóða dómararnir skulu gera sínar fyrstu altjóða royndir í teimum innleiðandi dystunum í undankappingunum til Europa League og Champions League. Og tískil gerast føroysk lið ofta annað liðið í slíkum dystum, har ein ungur dómari skal vinna sínar fyrstu altjóða royndir.
Hetta verður eisini tilfeldið tá NSÍ tekur móti Barry Town United í Europa League undankappingini. Dysturin verður spældur á Svangaskarði á Toftum hóskvøldið klokkan 18, og FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum.
30 ár gamli Pavel Rezjek verður 1. dómari til dystin millum NSÍ og Barry Town United.
Pavel Rezjek hevur dømt 76 dystir á hægri støði í Kekkia.
Einastu altjóða royndirnar Pavel Rezjek hevur er, at hann hevur dømt tveir vinardystir í altjóða fótbólti.
HER síggjast annars oddsini hjá níggju altjóða veddingarfyritøkum uppá dystin NSÍ-Barry Town United.