Frakland vann í kvøld 2-1 á Rumenia í setarnardystinum í EM 2016 endaspælinum í Fraklandi. Eftir dystin hevur nógv kjak verið, um talan var um fríspark í samband við 1-0 málið.
Oliver Giroud og málverjin hjá Rumenia fóru upp eftir bóltinum. Albogin hjá Oliver Giroud rakar høgru hond á málverjanum, Ciprian Tatarusanu.
Heldur tú tað skuldi verið fríspark til Rumenia?
Í Rumenia er ónøgd við at dómarin úr Ungran, Viktor Kassai, ikki bríkslaði fyri frísparki. Sorin Anghel, hjálparvenjari hjá Víkingi, heldur at dómarin hevur gjørt ein stóran feil við ikki bríksla fyri brotssparki.
- Ein stórur feilur av dómarinum og eitt framúr mál frá Dimitri Payet eru orsøkin til, at Rumenia tapti í dag, sigur Sorin Anghel, sum heldur eins og fjølmiðlarnir úr Rumeina, at hansara landsmenn spældu væl.
Petur Reinert ósamdur
Okkara altjóða dómari, Petur Reinert, heldur ikki at dómarin hevur gjørt ein feil. Hann heldur, at talan er um ein vanligan nærdyst.
- Eg haldi ikki, at Oliver Giroud ger nakað galið. Málmaðurin er ikki friðaður, fyrr enn hann nertir bóltin við hondini. Tí ein púra vanligur nærdystur eftir mínum tykki, sigur Petur Reinert.
Ósemja í TV2
Tað var ikki semja í sjónvarpsstovuni hjá danska TV2 um dømingina í samband við málið. Dómarin í panelinum, Kenn Hansen, er samdur við okkara dómara, at talan ikki er um fríspark í støðuni.
- Tað er tilvildarligt og eg haldi tað er rætt ikki at døma fríspark har. Eg síggi væl, at hann rakar málverjan, men tað er ikki til fríspark eftir tí linjuni, sum dómarin hevði lagt frammanundan, sigur Keld Hansen.
Tað endaði við, at Frakland vann 2-1.