Tað var sjáldsamt slag av dramatikki í intenstu grannauppgerðini við Løkin leygardagin. Í 69. minutti bríkslaði Eiler Rasmussen fyri brotssparki til NSÍ. Dómarin metti, at brotssparksbrot var framt móti Sonna L. Petersen.
Tríggjar minuttir frammanundan hevði dómarin rikið B68 miðvallaran í vinstru Alexandro Castilio av vøllinum. Dómarin og linjuverjin vóru samdir í, at B68 spælarin hevði hevnt seg inn á Eyðstein Skipanes.
Tað stóð á gomlum nøglum hjá B68, og spælararnir mótmæltu brotssparksdóminum, sum teir avgjørt ikki vóru samdir við dómaranum í. Meðan diskussiónin gekk fyri seg, fór dómarin brádliga um koll.
- Hetta gekk so skjótt og óvæntað fyri seg, at eg ikki hevði møguleika at taka hendurnar fyri meg. Høvdið tók, og eg kendi meg so mikið groggy, at tað ikki bar til at halda fram beinanvegin. Tí blásti eg í floytuna. Eg blásti ikki dystin av, men heldur var talan um time out, so eg kundi koma fyri meg. Eftir at eg hevði summað meg eina løtu, kom eg fyri meg aftur, og so hildu vit fram við dystinum. Men hetta hevði við sær, at eg legði longri tíð afturat, enn tað plagar at verða gjørt, sigur Eiler Rasmussen.
Tú sektaði ikki nakran fyri at hava rent teg um koll?
- Tað gjørdi eg ikki, tí eg metti ikki, at hetta var tilvitað. Talan var heldur um so at siga dominoávirkan. Tað vil siga, at onkur spælari kom undir onkran annan, og so endaði tað við, at ein spælari kom undir meg. Tí var eingin orsøk at sekta nakran, sigur dómarin.
Kendu ikki sínar vitjunartíð
B68 hevði ryggin móti múrinum. Toftamenn løgdu bragdliga fyri, og teir høvdu møguleikar at leggja seg á odda. Andersson Castilio hevði tveir gyltar møguleikar í 1. hálvleiki, men hann var ikki nóg avgjørdur. Sum 1. hálvleikur leið dovnaði B68 trýstið, og NSÍ kom fyri seg.
Fyrra málið fekk NSÍ við brotssparkinum, sum Andy Olsen setti í netið í 69. minutti. So var mótbrekkan hjá B68 ógvuliga tung. Teir vóru undirmannaðir og kortini noyddir at flyta fólkið longri fram á vøllin. Tað bar NSÍ møguleikar í kontra álopum við sær, og í 86. minutti staðfesti toppskjúttin Christian Høgni Jacobsen NSÍ sigurin.
Miðvallarin Bogi Løkin hevði møguleika bæði at spæla innskifta unglingaspælaran Øssur Dalbúð og Christian Høgna. Toppskjúttin fekk bóltin út í vinstra borð, og hann smekkaði úr eitt sindur spískum og inn við nærra stólpanum.