- Alt, sum eg sigi, verður tulkað sum hóttanir.
Orðini komu frá manninum, sum mikudagin sat í landsrættinum, ákærdur fyri at hava hótt fútan og eitt starvsfólk hjá Statsadvokatinum.
Maðurin varð í august í fjør dømdur fyri at hava stungið varafútan og fyri brot á vápnalógina, tí hann hevði skotið við eini ólógligari byrsu móti einum skipi í Havn.
Tann dómurin var hálvt annað ára fongsulsrevsing, men av tí at hann sat so leingi varðhaldsfongslaður, verður hann í august í ár liðugur at sita tann dómin. Dómin situr hann í Danmark, og hann kom til Føroya til landsrættarfundin mikudagin við tveimum vaktarfólkum í danska fongslinum. Hetta var eitt annað mál, sum snúði seg hóttanir.
Aftur handtikin
Beint áðrenn skuldi koma fyri seg í rættinum í fjør, varð maðurin latin leysur, men tað gingu bara fáir dagar, so varð hann aftur handtikin og skuldsettur fyri hóttanir.
Hesar hóttanir, sum vendar vóru móti fútanum, dømdi Føroya rættur hann fýra mánaða fongsulsrevsing.
Maðurin kærdi henda dómin beinanvegin, og tí var málið fyri í landsrættinum nú.
Hóttanir móti fútanum skulu setast í samband við dómin fyri at stinga varafútan og fyri brot á vápnalógina.
Maðurin hevur alla tíðina havt ta fatan, at tað hevði verið betri fyri hann, um hesi mál vórðu viðgjørd hvør sær. Hann helt tað ikki vera rætt, at ein danskur dómari skuldi døma hann í vápnamálinum, tí vápnalógin er strangari í Danmark enn í Føroya.
Manniliga hevur hann stríðst fyri hesum, úrslitaleyst.
Ein roynd aftrat
Hann kom heim úr Danmark í fjør upp undir ólavsøkuna og setti í seg at gera eina roynd aftrat at fáa málini skild sundur. Eisini vildi hann hava at vita, hvør hevði ábyrgdina.
Fyrst ringdi hann til Statsadvokatin, har hann fekk at vita frá einum advokatfulltrúa, at hon júst hevði fingið málið upp í hendurnar. Hann hevði tá sagt, at hann var til reiðar at koma til Danmarkar at tosa við hana. Kvinnan visti, hvat maðurin hevði gjørt, og tá ið hann var heldur harðmæltur, boðaði hon leiðslu síni frá, hvat var hent.
Sama dag fór maðurin í øðrum ørindum á politistøðina, og í móttøkuni hevði hann kravt at sleppa at tosa við fútan.
Men fútin vildi ikki tosa við hann.
Var heldur harðmæltur
Tá hevði maðurin rópt og langað nevnan í skivuna.
Tað skiltist av mongu vitnunum av politistøðini, at tey hildu mannin vera hóttandi. Skrivstovukvinnan hevði biðið politistar vera hjá sær, tí hon visti, at maðurin fór at koma.
Maðurin hevði rópt í móttøkuni, at um fútin ikki vildi tosa við seg, var hann noyddur at fara heim til hennara, og hann legði líka í, um maður hennara og børn vóru til staðar. Fútin var illa við, tá ið hon frætti hetta.
Øll hesi vitnini vóru forfard og summi eisini bangin fyri, at maðurin kundi finna uppá at gera tað sama við fútan, sum hann hevði gjørt við varafútan.
Fútin ringdi seinni til mannin at vita, hvat hann vildi, og tá hevði hann millum annað sagt, at fekk hann strangari revsing í landsrættinum, fór hann “at gera ein Brimvík”. Hann meinti ikki annað enn tað, at so hevði hann farið umborð á ein bát og siglt til Danmarkar, segði hann í rættinum. Onkur á politistøðini helt, at hann hevði sagt Breivik, men tað passaði ikki, segði maðurin. Kanska kom henda mishoyringin í av, at hetta var stutt eftir vanlukkuna á Utøya.
Ræðast mannin
Tann ákærdi maðurin helt ikki, at hann á nakran hátt hevði hótt, men sum skiltist á vitnunum ræðast tey meira ella minni mannin.
Maðurin skilti ikki, at øll orð hansara altíð vera tikin sum hóttanir.
Hinvegin helt ákærin, at maðurin, sum fleiri ferðir áður er dømdur fyri at hótta almenn starvsfólk í tænastu, mátti at havt lært at vara sín munn. Hevði hetta verið ein maður, sum ongantíð áður hevði verið í slíkum lótum, var tað ikki so álvarsligt.
- Men hesin maðurin er ikki nakað óskrivað blað, segði ákærin.
Eins og tá ið málið var í Føroya rætti, kravdi ákærin mannin dømdan seks mánaða fongsulsrevsing, og vejin kravdi frídøming.
Dómarnir hildu dómin í Føroya rætti vera hóskandi, fýra mánaða fongsulsrevsing.
Og eins og í Føroya rætti varð maðurin frídømdur fyri at hava hótt startsfólkið hjá Statsadvokatinum í telefonini.
Tá ið rættarfundurin var av, varð maðurin settur í ein bil og koyrdur á flogvøllin. Aftur í fongsul í Danmark.