Dømdur fyri at royta skeggið av duravørði

Ein maður hevði skrykt so fast í skeggið á einum duravørði, at hann fekk roytt ein dodd av.

Ein maður var í Føroya rætti í dag dømdur fyri at hava roytt skeggið av einum duravørði eina nátt afturi í 2017.

Maðurin var ákærdur fyri brot á grein 244 sambært grein 247, ið er harðskapur móti starvsfólki, ið eru serliga útsett fyri harðskapi orsakað av sínum arbeiði - sum til dømis ein duravørður.

Talan var um ein tilburð á einum skeinkistaði seint í 2017, har maðurin saman við beiggjanum og nøkrum vinmonnum vóru farnir í býin. Inni á skeinkistaðnum beistaðist maðurin fyri stuttleikar við einum øðrum, og teir komu undir ein duravørð, ið gekk og ruddaði av, og sum hevði bukkað seg niður eftir einum glasi.

Frágreiðingarnar í rættinum vóru eitt sindur ymiskar. Duravørðurin vildi vera við, at hann var skumapaður tvær ferðir, og at hann aðru ferð vildi koyra mannin út, meðan hini vitnini greiddu frá, at duravørðurin bert var skumpaður eina ferð, og at hann gjørdist frá sær sjálvum alt fyri eitt.

Allir partar vóru tó rættiliga samdir í, at tað gjørdist rok, eftir at duravørðurin tók í mannin fyri at koyra hann út.

Duravørðurin vildi vera við, at tað var, meðan hann royndi at koyra mannin út, at maðurin tók um skeggið hjá sær - sum tá kom heilt niður á nalvan - og skrykti ein dodd úr skegginum. Eftir hetta rætti hann skeggdoddin upp í loft og "stóð og rópti, sum tað var ein kempi vinningur at fáa fatur á", segði duravørðurin.

Maðurin sjálvur segði seg ikki hava skrætt skeggið av duravørðinum, men sum verjin játtaði fyri dómaranum, so var okkurt hent við skegginum, tí tað lá á gólvinum, tá orrustan var av.

Dómarin metti, at ákærin hevði uppfylt próvbyrðuna, og dømdi mannin 40 daga treytaða fongulsrevsing. Haraftrat skuldi maðurin gjalda ein part av sakarmálskostnaðinum.

Orsøkin, til at maðurin skuldi gjalda ein part av - og ikki allan - sakarmálskostnaðin, var, at málið hevði drigið út, og nógvir rættarfundir høvdu verið, ið maðurin ikki hevði skyldina í. Hann skuldi sostatt bera fíggjarligu byrðuna, ið hann ikki kundi gera nakað við.

Harumframt fekk maðurin eisini 1500 kr. í bót og fekk frátikið koyrikortið í 6 mánaðir fyri í einum øðrum máli ikki at hava hildið frástøðuna til annan bil, har hann hevði verið atvold til ein sokallaðan harmonikusamanstoyt.