Dánjal á Hvítanesi: Vinurin fórst við Nólsoy

Nú koma vit til endan av frásøgnini hjá Nenu Daniel­sen um Dánjal av Hvíta­nesi. Vit hava eisini frásøgn um tveir av hansara synum Petur og Sigurd

3. partur

 

Jógvan á Hvítanesi og Dánjal høvdu havt nógv saman. Sum áður nevnt vóru teir systkinabørn. Teir vóru javnaldrar og vóru farnir til skips í senn við sama skipi. Teir høvdu verið nógv saman á skipsdekki við ymiskum skipum.

Í 1934 var hann farin umborð á Nólsoynna, sum hetta árið gekk burtur við mann og mús. Hetta rakti Dánjal og familjuna meint, tí við Nólsoynni var eisini systirsonur hansara í Hósvík, og systirin har, Jensina, misti fleiri svágrar og næstrafólk. Dánjal mintist Jógvan sum ein sera gudrøknan mann, sum altíð las lestur umborð. Hetta koma vit at lesa meira um í komandi pørtum.

Í 1933 flutti Dánjal til Havnar. Hann hevði selt hús og ognir á Hvítanesi og bygdi nýggj hús á Abbatrøð.

 

Útróður í Grønlandi

Eitt danskt felag átti skonnartina Arctic, sum var 500 tons stór, og sum fór at rógva út undir Grøn­landi. Skiparin var dani, stýrimað­urin føroyingur og maskin­meist­ar­in var svenskari. Dánjal var kokkur fyri føroy­ingarnar. Dansk­ur kokkur var fyri hinar av manningini.

Felagið æt Nordlyset, og skilji eg hann rætt hava teir eisini havt støð á landi. Bernhard Arge, beiggi Bil Óla var eisini við. Hann var fjarritari og gav eina avís út eina ferð um vikuna. Arctic hevði stórt frystirúm. Bátarnir róðu út og landaðu til Arctic, og her var fiskurin eisini arbeiddur.

Her var Dánjal við í 1935 Tá ið Dánjal fór heim varð hann biðin um at koma aftur næsta ár.

Mortan í Hvannasundi førdi Solo. Hann hevði eisini landað til Arctic. Dánjal fór heim við honum.

 

Álopnir av týskarum

Í 1936 høvdu Dánjal og Inga silvur­brúðleyp, og tá vildi hann vera heima. Aftaná fór hann umborð á fyrsta Skálaberg við Steintór Norðberg sum skipara. Síðan fór hann við trolaranum Næraberg, til hann fyrst 1941 fór av, tí kríggið leikaði so hart á.

Dánjal hevði ætlað sær at vera heima, men tá kom Kvívíks Tummas og spurdi, um hann ikki kundi loysa kokkin hjá sær av tveir túrar. Hesin vildi hava feriu, og Dánjal játtaði.

Í 1941 lógu bæði Norðbúgvin, skipari var Esmar Fuglø, og Stella Argus, sum Kvívíks Tummas førdi, í Fleetwood og seldu ísfisk. Teir frættu frá íslendingum, ið eisini vóru komnir hagar við fiski, at fleiri íslendskir trolarar vóru álopnir á leiðini millum Ísland og Fletwood og onkur saknaðist eisini. Tá ið teir nú óttaðust fyri, at okkurt kundi henda teimum á ferðini, gjørdu teir av at fylgjast á ferðini aftur. Um illa vildi til, kundu teir royna at hjálpa hvørj­um øðrum. Um kvøldið 27. mars vóru teir komnir norður um Hebridurnar og veðrið var av tí besta. Hetta kvøldið blivu teir álopnir av einum týskum flogfari, ið seks ferðir kastaði bumbur eftir Stella Argus og fýra ferðir eftir Norðbúgvanum. Samstundis var skotið við maskin­byrsum eftir teimum. Ta einu ferðina fór ein bumba dygst niður við Norð­búgvan og brast. Tað var slíkt sjórok, at tað fjaldi alt skipið. Tá rópti Tummas, at “nú fór Norðbúgvin.” Men tá ið avhasaði, lá hann har við sama lag. Hetta hevur verið ein ring løta hjá Dánjali, tí sonur hansara Petur var við Norðbúgvanum. Báðir trolararnir komu so heim í øllum góðum, og hesin dramatiski túrurin hjá Dánjali gjørdist tann seinasti í hansara 40 ára langa lívi á sjónum. Trolararnir, ið vóru gjøgmumgataðir av kúlum, kravdu stórar umvælingar aftaná heimkomuna.

 

Fór í Landshandilin

Tá ið Dánjal fór í land, fór hann at arbeiða í Landshandlinum (Færøernes Offentlige Varefor­syning). Havandi í huga vøru­trot­ið, ið var í Føryum undir fyrra heimsbardaga, varð rættuliga skjótt eftir at kríggið byrjaði, avgjørt, at løgtingið skuldi seta á stovn heilsølu fyri at tryggja vøruflutningin til landið, so at vit í mestan mun kundu fáa allar neyðsynjarvørur. Fyrsti stjórin var vist Olaus Joensen, seinni kom Knud Pedersen. Louis Apol var goymslustjóri. Eiko Apol, sonur Louis, hevur sagt mær, at tá ið hann var um 20-22 ára aldur, arbeiddi hann í Landshandlinum. Hann minnist væl, at Dánjal arbeiddi í einum húsi í Tinganesi, har hann passaði eina stóra kvørn, sum gekk við el. Kornið kom til landið í sekkjum á 220 pund, og teir skuldu berast til og frá. Mjølið skuldi vigast niður aftur í sekkirnar, tá ið tað var malið. Hetta mjølið varð kallað HK-mjøl, sum merkti hveitikjarnamjøl. T.v.s. mjøl við sáðunum í, og mjølið var ógvuliga væl dámt av fólki. Dánjal hevði úr at gera, tað stóð bara á at mala. Eiko sigur, at hann minnist Dánjal sum ein ógvuliga fittan, dámligan og siðiligan mann. Hann sá út sum ein kavamaður, tí mjølstøvið var nógv í rúminum.

 

Fólkið í Landshandlinum

Ein sum arbeiddi í Landshandli­num um hesa tíðina var Sofus Poulsen í Aberdeen. Hann hevur greitt okkum eitt sindur frá teimum, sum annars arbeiddu í Landshandlinum

Sigurd Berghamar og Jógvan Niclassen úr Hesti vóru bókhald­arar. Rósing Rasmussen var kassameistari. Hann yvirtók seinni Landshandilin, tá ið hann varð privatiseraður. Hjálpari í bókhaldinum var Solveig, sum giftist við Sverra hjá Skála-Palla.

Umframt í Havn var eisini goymsla hjá J. F. Kjølbro, Klaks­vík, Simonsen, Saltangará, N. Niclasen, Sørvági, N. J. Morten­sen, Tvøroyri, og J. Dahl Gørðum, Vági. Louis Apol hevði tískil nógv at taka sær av, tí landshandilin hevði allar matvørur umfram kraftfóður til kríatúrini.

Í avgreiðsluni vóru vóru Ebbe Müller, Peter F. Christiansen, Ebbe Mortensen og Jákup Suni Jacobsen.

Emmi Hansen og Thala Rók­stein frá Hellunum taldu ration­er­ings­kortini, sum keypmenninir handaðu inn fyri at fáa meira sukur, te og aðrar vørur, sum vóru skamtaðar.

Restaði í noyddust teir niðan til amtmannin at "skrifta" fyri at fáa nøkur rationeringskort afturat. Orsøkin til manglandi kortini kundi vera, at kona handils­mannin hevði latið kundar fingið rationeraðar vørur uttan at taka rationeringskort frá teimum.

Umsitingin hjá landshandilin húsaðist í húsunum hjá Jacob Lützen á Áarvegnum.

 

Kolonihavin

nýggja lívið

Dánjal fekk eitt av teimum niðastu kolonihavastykkjunum, sum blivu útlutaði á Ternuryggi. Hetta kom honum væl við. Hann hevði alla sína tíð arbeitt við jørðini á Hvítanesi, og tað var ikki sørt, at hann saknaði hetta. Hann bygdi sær eini lítil hús her við tveimum rúmum. Komfýrur var, so hann altíð kundi kóka sær ein drekkamunn. Inga fekk sær rokkin niðan har. Tá ið Inga fór ein túr niðan til Dánjal, treiv hon stundum í karðarnar og fór eisini at spinna. Dánjal hevði ongan hug til at arbeiða við ullini. Men hetta dámdi hinvegin Ingu, og hon var eisini røsk at binda. Dánjal var ógvuliga fegin um at kunna velta og planta og aftaná arbeiðstíð lá ofta leiðin niðan har. Hetta bleiv honum ein sonn oasa.

Grannarnir hjá Dánjali vóru ógvuliga góðir við hann og hann við teir. Eystanfyri búði Åge, ein dani. Kona hansara var úr Klaksvik. Tá ið hon bakaði pannikøkur, setti hon Dánjali eitt krúss av kaffi og pannikøkur á grótgarðin, ið Åge hevði lagað millum teir, og tey vitjaðu eisini inn til hvønn annan. Tað var ein frøði fyri eygað at síggja, hvussu vakurt Åge hevði arbeitt sítt stykki. Har var tjørn, fleiri smá hús, trævøkstir og blómur. Ja, tað ber væl til at fáa tað at vaksa í Føroyum hjá teimum, sum duga snildirnar. Norðanfyri búðu Oluffa og Petur Bærentsen. Tey vóru ikki minni góðir vinir og bjóðaðu av og á Dánjal døgurða, eftir at hann var blivin einsamallur.

Eisini grannarnar á Abbatrøð hevði hann gott samskifti við. Her vil eg nevna Bette, konu Jákup á Lava. Hon bar ofta Dánjali døgurða inn, tá ið hon hevði gjørt sera góðan døgurða. Einaferð eg kom inn til hansara, hevði Bette júst verið inni við einum hálvum seyðarhøvdi við stórum leskiligum nakkaspiki.

Dánjal hevði mangan ringan farið, tey 40 árini, hann baldist á sjónum, men ringasta brotið møtti hann nokk, tá ið Inga í 1950 gjørdist sjúk av krabbameini. Hon fór niður á ríkissjúkrahúsið og fekk skurviðgerð, men hon stóð ikki til at bjarga. Hon doyði í 1952, bert 62 ára gomul. Hetta var okkum stórur missur. Eg haldi, at øll vóru góð við Ingu og høvdu stóra virðing fyri henni.

 

Greiða støðu á

fleiri økjum

Táið Dánjal og Inga vóru í góðum aldri tóku tey ímóti Jesusi sum frelsara sínum, nakað sum Dánjal ofta hevði á munni, og man hetta hava givið honum ta styrki, sum hann hevði brúk fyri. Inga varð jarðað frá Ebenezer, ið var teirra andaliga heim. Hetta var eisini okkum ein stórur missur. Ommubørnini elskaðu hana.

Ein abbasonur spurdi einaferð Dánjal: “Abbi, hava tygum ongan­tíð roykt?” “Jú, góði. Eg roykti, men táið eg 17 ára gamal eitt kvøldi kom upp á dekkið, hetta var við Carl og tað var dýrdarveður, og eg festi mær í pípuna, kom hesin tankin til mín: “Hetta verður tær bara til forderv. Tá tók eg og tveitti pípuna fyri borð og havi ikki roykt síðan.”

Hetta vóru vísdómsorð, sum fleiri skuldu lagt sær í geyma. Hetta er eisini eitt gott dømi um ein mann við hugburði.

 

Húsið sorað

Tíðina aftaná var Dánjal nógv í bátinum ella á Ternuryggi. So gingu árini. Hann fríðkaði um stykkið, velti og plantaði. Hann gjørdi sær ein ein hyl. Tað rann ein lítil løkur oman gjøgnum stykkið. Hann hevði nakrar dunnur í hylinum. Tær gjørdu sær reiður og vurpu í kjarrinum, sum vaks runt bakkan. Tá ið Dánjal bakaði sær pannukøkur, vóru eggini tøk.

Vit kunnu ætla, at tað hevur verið sum at toran slerdi niður, tá ið ein frá kommununi kemur niðan til hansara við boðunum, at húsið skuldi burtur, tí tað stóð í vegin fyri einum vegi, teir skulu gera niðan á Ternurygg. “Ja,” sigur Dánjal, “eg vil ikki vera í vegin fyri nøkrum útviklingi, um tað ikki kann vera annarleiðis. Men kunnu tit gera mær tann beina, at tit taka húsið niður so hampiliga sum til ber, so eg kann brúka sperrur og tílíkt aftur, um eg byggi mær eini hús upp aftur.

Tað næsta hann frættir er boð um, at hann nú skuldi tøma húsið, tí tað skuldi burtur. Ein dagin Dánjal kom niðan, var húsið knasað sundur. Tað var ikki eitt heilt sprek eftir. Hegnið var rivið vekk og dunnurnar gingu fyri vág og vind. Tá var lítið um Dánjal. Hann hevði einki at kroka í ella at heita seg av, tá ið tað var kalt. Hann hevði nokk ikki væntað, at teir fóru so bondsliga fram. Teir vóru komnir við eini gravkúgv og tóku ein stóran triðing av stykkinum. Tað hevði verið sømi­lig­ari, um teir fluttu hegnið so langt inn, sum tað var neyðugt. Grannarnir harmaðust hann, og ógvaðust um hesa óvirðuligu framferð, honum hevði verið fyri. Tá helt okkurt av børnunum, um hann ikki átti at keypt sær ein kampingvogn, og tað bleiv eisini gjørt. Har vóru nógvir sum hjálptu til at fáa sett vognin inn á stykkið, har hann stóð best fyri. Nú var Dánjal so fyrndarglaður aftur.

Sum árini gingu, gjørdi hann minni við bátin, men jarðarstykkið á Ternuryggi var honum til stóra gleði.

Dánjal var komin langt upp í 90-ini, áðrenn hann gavst at fara niðan á Ternurygg, men abba­børnini vóru altíð klár at koyra hann niðan, tá ið hann hevði hug, og tey fóru eisini eftir honum um kvøldið. Hann var jú gamal kokkur, so hann kláraði væl at húsast einsamallur. Soleiðis vildi hann helst eisini hava tað.

Dóttirin hugdi til hansara og hugn­aði um hann hvønn dag. Hann varð 95 ára gamal, tá hann varð innlagdur á Landssjúkra­hús­ið í tvær vikur. Tá funnu tey onga journal! Hetta var nevniliga fyrstu ferð hann kom á sjúkrahús. Tá vóru eyguni blivin so vánalig, at hann fór til ein av synunum at vera tey seinastu 2-3 árini. Hann doyði úti við 98 ára gamal eftir stutta sjúkralegu.

 

Tøkk til Nenu

Hetta var so søgan um Dánjal av Hvítanesi, sum er ein góð lýsing av einum av teimum, sum løgdu grundina undir okkara sam­felagi. Nena eigur stóra tøkk fyri, at hon hevur tryggjað, at henda frásøgn er og verður varðveitt.

 

____________________________

 

 

 

Lívið hjá einum Hvítanesdrongi

 

Vit fara at lýsa lívið hjá einum hvítanesdrongi við søguni um Sigurd, son Dánjal

 

Sigurd var føddur á Hvítanesi 9. juli 1917, og hann gjørdist 85 ára gamal.

Á eini eldrasamkomu í Ebenezer í 2002 greiddi Sigurd soleiðis frá:

”Vit vóru nógv børn har uppi á Hvítanesi. Vit spældu nógv. Men vit hjálptu til við øllum vanligum arbeiði sum torvi og hoyna.

Øll húsini á Hvítanesi høvdu neyt og lótu mjólkina til sana­toriið í Hoydølum. Á sumri, tá menn­inir vóru burtur til skips, vóru tað mest børnini, sum bóru mjólkina oman. Um veturin bar pápin mjólkina, tá tað ikki var útróðrar­veður. Hjá heima­monnum kálvaði á vári og hjá sjómonnum á heysti. Tískil var tryggjað sanatoriinum mjólk alt árið. Sam­stundis var tryggjað sjómonnunum, at teir kundu vera heima, meðan kúgvin mjólkaði uppá tað mesta.

Eg fór í skúla 7 ára gamal, og vit høvdu eina ógvuliga góða lærarinnu, Karin Samuelsen. Hon stuðlaði fólki til at fara undir at fáa vatnleiðing á Hvítanesi. Alt vatn skuldi berast inn, eisinin til neytini, og vit høvdu tvær kýr. So tað var eitt stórt knoss.

Fyri at fíggja vatnleiðingina var skipað fyri lutaseðlasølu. Pápi gjørdi eina fullriggaða slupp, og mamma seymaði seglini. Hon varð burturlutað saman við bundnum og seymaðum lutum. Vatnleiðingin kom, og hetta gjørdist eitt stórt framstig fyri bygdina. Abbi legði vatnleiðingin inn hjá okkum.

Eg hevði lítlan skúlahug, so tann dagin eg fylti 14 ár, 9. juli, fór eg yvir í skúlan at siga lærarinnuni farvæl. Hon helt, at eg kundi ganga í skúla til summarferiuna, sum tá byrjaði á ólavsøku. Eg segði, at eg mátti hjálpa mammu við hoynum. Hon helt, at eg kundi ganga í skúla regndagarnar, men eg segði, at torvið skuldi berast inn eisini!

 

Súklan frá Candor

Eg fór at arbeiða veg, sum tá var í gerð millum Hvítanes og Hoyvík. Doktor Lynge á Sanatoriinum hevði súklu, og tað var mín dreymur at fáa súklu. So tá ið eg hevði nokk av pengum varð súklan bíløgd frá Candor, Kompagnistræde 20. Teirra katalog kom í hvørt hús í Føroyum heilt upp til 60-ini. Eg var ógvuliga spentur.

Súklan kom, og Karsten Hoydal hjálpti mær at seta hana saman. Fyri at koma til Havnar mátti eg súkla gjøgnum hagan. Mourits, hoyvíksbóndin, hevði at mær, tí eg stygdi seyðin við súkluni! Dekkini høvdu 1 árs garanti, men hædd var ikki tikin fyri hagasúkling, og dekkini hildu heldur ikki. Eg skrivaði til Candor um málið, og mín sann, um eg ikki fekk nýggj dekk! Teir sendu eisini eina orðabók við, so møguliga komandi brøv kundu verða skrivað á betri donskum!

 

Sloans varði

Gamli Sloan plagdi at ganga niðan á Hvítanes av og á fyri mína tíð. Ein dagin hann hevði verið har uppi, var so tjúkt í mjørka, at hann laðaði ein varða, sum varð kallaður Sloans varði. Hesin varðin er burturi nú og er horvin í onkrari vegagerð.

Einastu hús á Hvítanesi við tilknýti til brøðrasamkomuna var okkara og hjá Berint pápa­beiggja, sum var giftur við Poulinu hjá Isalinu og gamla Knút skómak­aranum. Systir Isalinu, Elspa, var gift við gamla Sloan, so hetta man hava skapað sambandið.

Kaldbaksmenn komu ofta til Hvítansar við báti. So fóru børnini við møtisboðum, og teir hildu møti inni hjá okkum.”

 

Til Havnar og til skips

Tá ið Sigurd var 15-16 ára gamal fluttu foreldrini til Havnar. Pápin sigldi og var nógv burtur. Tað var so strævið at búgva á Hvítanesi, og mamman ynskti at koma til Havnar. Dóttir Sigurd býr nú á Hvítanesi í barndómsheiminum hjá Sigurdi, sum tey hava bygt um.

Tá fór Sigurd sín fyrsta túr til skips við William Martin, sum Dánjal Petur Højgaard í Rituvík átti, og var hann við her í tvey ár. Sonur Dánjal Petur, Jørgen, var skipari fyrra árið og beiggi hansara, Niclas, seinna árið. Lítið visti Sigurd tá, at hann nógv ár seinni skuldi giftast við einum systkinabarni hjá teimum báðum!

Hetta var gott fólk at vera ímillum, og møti vóru ofta hild­in umborð. Niðri undir við palstytt­ina fremst í lugarinum lá ein Bíblia og tvey blikk av ”manna­kornum”, sum vóru lepar við skriftstøðum. Tey blivu nógv brúkt. Tá komið var inn, varð fyrst Dannebrog vundið á stong, og síðan Dúvuflaggið, flaggið hjá Bróður­ring­inum á Havinum. Vóru fleiri skip við hes­­um flaggi, leit­aðu menn sær saman at halda møti.

Sigurd var eitt ár afturat til skips. Tá fór hann við Isabellu, ið Petur, beiggi hansara, hevði fingið at føra.

 

Innifrystur í Danmark

Tá Sigurd var 19-20 ára gamal fór hann til Danmarkar at læra til bakara og kondittara. Heims­bardagin og Sigurd slapp ikki heim aftur.

Hendan tíðin í Danmark var sera ótrygg. Eins og í Føroyum var alt myrkalagt. Sigurd fór til arbeiðis kl. 4 um morgunin, og myrkaleggingin gjørdi tað myrkari enn annars. Meðan Sigurd ein morgun skundar sær til arbeiðis, veit hann ikki av, fyrr enn hann fær ein týskan byrsumúla í ryggin.

Tá var Sigurd kløkkur. Har var bara eitt at gera, at rætta hendur­nar upp. Men tá hann vísti passið, sum váttaði, at hann arbeiddi um náttina, var alt í lagi. Annars hevði Sigurd tað gott niðri.

 

Heim aftur

Tá ið kríggið endaði í 1945 fekk Sigurd sær ferðaseðil til fyrsta túr til Føroya við ”Aarhus”. Sig­urd fekk tá eitt gullur, sum pápin hevði lovað, at hann skuldi fáa, um hann kom aftur í øllum góðum.

Sigurd giftist í 1948 við Naenu, dóttir Perlinu og Poul Amaliel Mikkelsen úr Syðrugøtu. Naena er av góðum bergi brotin. Í faði­­ætt­ini er hon av Barbustovu­fólkin­um. Abbin, Petur Pauli, var tiltikin fyri sína styrki. Og mamman var dóttir fyrstu hjún í Rituvík, Nicolinu og Per. Tey áttu 12 børn, so ein kann neyvan ímynda sær teirra knoss.

 

 

 

 

Sigurd positivt menniskja

Sigurd var sera positvur. Hann var altíð í góðum lag, skemtaði, og altíð við tí góða orðinum. Og hansara beinasemi er kent. Hetta merkti grannalagið eis­ini. Nærmasti grannin var bústovn­urin hjá Sinnisbata á Sólteigi. Búfólkini nutu eisini gott av postiva lyndinum hjá teimum báðum Naenu og Sigurdi. Og frá Sólteigi fáa tey bæði Naena og Sigurd eisini allarbesta ummæli.

Sigurd var eisini ein sera fjøl­broytt­ur maður. Tá hann kom heim úr Dan­mark arbeiddi hann sum sagt fyrst sum bakari hjá Frants Restorff og seinni i Køku­búðuni.

Sum fráleið fekk hann astma, hann toldi ikki rugmjølið. Í Dan­mark hevði hann bara arbeitt sum kondittari og hevði tí ikki verið í samband við rugmjøl í sínum arbeiði.

Hann gavst við at baka og fór at hugsa um okkurt annað. Beiggi hansara Petur búði úti í Grønlandi. Hann hevði handil í teirra kjallara, men var givin við tí. Hetta høli leigaði Sigurd og byrjaði at handla við vanligum húsarhaldsvørum og helt á har í 10 ár frá 1955-65.

Tá flutti handilin yvir í vestur­býin í Bókbindaragøtu, har Sigurð hevði bygt uppí síni egnu hús, so hann fekk størri og meira tíðar­hóskandi høli. Dóttirin Ingibjørg arbeiddi meginpartin av sínum vaksna lívi har og gjørdi eitt ógvuliga gott arbeiði. Nøkur ár seinni spurdi Sigurd versonin, um hann kundi hugsa sær at komið at arbeitt í handlinum. Tá ið hann játtaði, var hetta tað besta, sum kundi henda Sigurdi. Versonurin var ógvuliga dugnaligur, og Sigurd var við at blíva troyttur av at vera so bundin.

Tá ið handilin lat aftur í 1988 hevði hann handlað í 33 ár.

 

Hvítanes er eisini eitt skip

Men Sigurd var eisini ein undan­­gongu­maður í fiskiveiðu. Hvítanes­menninir vóru millum teir fyrstu, sum fóru í rækjuvinnuna fyri meira enn 30 árum síðani. Teir bygdu Hvítanes, sum var eitt tað fyrsta rækjuskipið fyrst í 1970-unum. Honum dámdi væl at fara niður við at selja lastina, og tá plagdi hann at vera kokkur.

Inn í millum tók hann túrar við fraktbátum, sum hann átti í, táið kokkur manglaði. Og kokkur var hann av teimum bestu. At sigla við fraktbátum var ikki tá tað best lønta. Men táið tað frættist, at Sigurd skuldi við, stóð ikki á. Ikki bert tí hann var framúr kokkur. Men hansara lætta lyndi gjørdi tað hugaligari og stuttligari at vera umborð.

Seinast hann var burturi var við táverandi Skálaberg í Grønlandi umleið 1990. Tá var Sigurd 72 ár. Teir manglaðu kokk. Heitt varð á Sigurd, sum játtaði. Tá kokkurin so kemur umborð, mundi manningin dottið á afturpartin. Hetta var jú ein fólkapensjonistur. Men væl royndist. Manningin fekk nýbakaðar bollar hvønn morgun, og var hetta neyvan dagligur kostur umborð á fiskiskipum.

Sigurdi dámdi væl at hava fólk um seg. Hann gjørdi eisini nógv av at vitja onnur. So hann kendi ein hóp av fólki.

 

______________________________

 

 

 

Petur var sjógarpur

 

Petur var føddur í 1914 og gjørd­ist 92 ára gamal. Hann hevði eitt langt lív á sjónum. Hann var bert 13 ára gamal, tá ið hann fór á Suðurlandið at draga hesar stóru toskarnar! Sum so mangir aðrir kom hann seg skjótt og gjørdist góður fiskimaður

Fyrsta túrin var hann við Slatri­num, sum tá var deyðsiglari. Petur gjørdist so ringur av sjó­verki, at hann lovaði, at hann fór ongantíð avstað aftur. Men sum hjá so mongum øðrum, so javnaði hetta seg.

Petur var eisini blaðungur, tá ið hann tók setiskiparaprógv. Hann fór sum skipari við Isabellu, men mátti hava flaggskipara, av tí at hann var so ungur. Síðan sigldi hann fast sum yvirmaður.

Í seinnu helvt av tríatiárunum fór Petur við trolara. Fyrst við fyrsta Skálaberg og síðan við millum øðrum Norðbúgvanum, sum hann sigldi við undir krígn­um. Aftan á kríggið sigldi hann í fleiri ár við Vesturskin, sum Svenn­ing Johannesen førdi. Svenning gevur Peturi tað ummæli, at hann var ein úrmælingur.

Við teimum seinast nevndu skipunum kom Petur rættiliga at standa sína roynd sum sjómaður. Við Norðbúgvanum, tá teir vóru bumbaðir av týskarum undir krígnum, og við Vesturskin, táið teir í 1953 mundu kollsiglt í Mykinesfjørði, og tað ráddi um at fáa dekslastina av lýsiføtum fyri borð fyri at rætta skipið upp. Ein maður, sum var saman við Petur við "Norðbúgvanum" í fleiri ár, mintist Petur sum framúr raskan, og sum "eitt deiligt menniskja."

 

Átti part í rækjusøguni

Tá frystilínuskipið Bakur kom fyrst í 60-unum, fór Petur við har, og her kom hann at sigla saman við slóðaranum John Dam. Sonurin, Dánjal Pauli, var eisini við.

Allir skipsfelagar geva Peturi tað besta skoðsmál. Tað var eingin loyna, at John Dam kundi vera nakað buldrasligur, men Petur lat seg ikki syfta, og hetta boygdi John seg eisini fyri.

Petur eigur eisini ein part av okkara rækjusøgu. Saman við soninum Dánjal Paula og bróðuri­num Sigurd lótu teir Hvíta­nes byggja á Tórshavnar Skipa­­smiðju í 1969. Hvítanes var upprunaliga bygdur sum frysti­línu­­skip, og vóru teir næstir eftir Vestur­­varða at fara at royna eftir rækjum til havs í Grønlandi. Væl bar til, og nøkur ár seinni bygdu Dánjal Pauli og Petur seinna Hvíta­nes, sum eisini gekk væl so leingi, sum tað bar til hjá føroying­um at fiska rækjur lønandi. Teir eiga tískil eisini sín part av rækju­­søg­uni, sum tað eisini er greitt frá í bókini um John Dam.

Tíverri fekk Petur skaða í eyguni og mátti gevast at sigla, tá hann var 60 ára gamal, men tá hevði hann eisini havt eitt langt lív á sjónum, og hann hevði sjálvur upplivað so at siga alla ta menning, sum hevur verið innan fiskiskap.

 

Dyggur stuðul á heimafrontinum

Petur giftist ungur við Signhild av Skála, sum fylti 94 ár nú sunnudagin. Tey náddu at vera gift í nærum 70 ár.

Avrikini hjá Petur á sjónum høvdu ikki kunnað latið seg gjørt uttan dygg­an stuðul á heimafrontinum.

Var maður við skipi, so var hann við hvønn túr, og merkti hetta veruliga, at maðurin var burtur alt árið við bert nøkrum fáum døgum heima millum túrarnar. Petur segði seg bert hava havt tveir frítúrar alla ta tíðina, hann var til skips. Hetta setti stór krøv til konurnar, sum komu at hava alla ta dagligu ábyrgdina av húsi og heimi.

Hóast blindur so fylgdi hann væl við. Royndi onkuntíð at fáa hann at greiða frá sínum lívi á sjónum. Men hann var alt ov lítillatin til at koma við teimum stóru frásagnunum og helt, at hann hevði ikki upplivað nakað serligt!

 

 

Rætting

Í seinasta parti varð greitt frá, tá ið Dánjal og felagar vóru í New York. Tað var Anna, systir Johannes og ikki Hans í Rættará, sum tók ímóti teimum. Hon og maðurin búsettust seinni í Drammen í Noregi. Tey vóru barnleys.

 

 

Næstu ferð

Komandi partar verða um størstu vanlukku í Føroyum, sum hendi í mai fyri 75 árum síðani, tá ið Nólsoy og Neptun gingu burtur við tilsamans 43 monnum