Tað er ikki bara hjá føroyska kringvarpinum, at hugsað verður um sparingar í løtuni. Úr Eysturríki ljóðar, at ferðin til Føroya er somikið dýr, at sjónvarpsfelagið, ORF, sum sendir dystin, bert sendir tann eina frásøgumannin til Føroya. Viðmerkingar um spælið, analysir og annað verður síðani gjørt úr studio í Wien, og hetta er nakað, sum eysturríkarar als ikki eru vanir við.