Dýr kanning

Íslendska stjórnin samtykti í gjár, at kanningararbeiðið í sambandi við bankaskrædlið skal verða liðugt við árslok í 2014, og samstundis verður sjálvt starvið hjá kanningardómaranum niðurlagt. Stjórnin samdist um at játta 470 milliónir íslendskar krónur til kanningararbeiðið í ár og at økja játtanina til 970 milliónir krónur um árið í 2011 og 2012. Saman við tí, sum fyrr er játtað, fer kanningararbeiðið at kosta 1.280 milliónir krónur um árið í 2011 og 2012.

Stjórnin roknar við, at alt kanningararbeiðið fer at kosta um fimm milliardir krínur, skrivar Morgunblaðið.