Dýr olja kann eisini vera til gagns fyri fiskiflotan

Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt og tann høgi oljuprísurin kann gera at vit fáa eina skilagóða tillaging í fiskiflotanum, heldur løgmaður

- Støðan í fiskiflotanum er ómetaliga trupul.

Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

Í løgtinginum í gjár varð orðaskifti um tórføru støðuna, sum fiskivinnan nú er komin í, nú oljan er blivin so dýr.

Men Løgmaður staðfestir samstundis, at onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.

- Ivaleyst vil hetta føra við sær, at ein skilagóð tillaging hendur, sigur Jóannes Eidesgaard.

Tað var Johan Dahl, løgtingsmaður, sum vildi hava at vita um samgongan ætlar at gera nakað við støðuna í fiskivinnuni, ella um ætlanin bara er at standa til.

Sjálvur nevndi hann møguleikan at geva skipum loyvi at hagreiða og frysta fiskin umborð og hann nevndi eisini møguleikan at landsstýrið samráðist við onnur lond um toskakvotu, eitt nú íslendingar.

Sjálvur heldur Johan Dahl ikki, at tað er rætt at lata sum einki og at lata helvtina av flotanum fara.

Men hann tosar ikki um studning, men heldur um ymsar tillagingar, eitt nú at royna at fáa eini 5000 tons av toski undir Íslandi.


Skrúva við ongum enda

Løgmaður ásannar, at støðan í fiskiflotanum er ómetaliga tórfør.

Ein lemmatrolari brúkar einar 6000 litrar av olju um dagin og tað svarar til 35000 krónur í útreiðslum, men ein framúr góður fiskidagur gevur ikki meiri enn 50.000

krónur.

- Tí fæst ikki samanhangur í raksturin.

Men hann staðfestir, at samgongan fer neyvan at lata stuðul til fiskiflotan, tí tað er ein skrúva uttan enda og fer bara at halda lív í skipum í fíggjarligari neyð og tað

Annars er ætlanin at geva tveimum lemmatrolarum loyvi at partrola fyri at vita um tað ber til at lækka útreiðslurnar.

Kaj Leo Johannesen heitti á landsstýrið at kanna eftir, hvørja skipan Grønlendingar hava, tí har kostar oljan ikki meiri enn gott helvtina av tí, hon kostar í Føroyum.

Løgmaður sigur, at so vítt hann veit, keypa Grønlendingar olju til eina ársnýtslu ísenn og tað ger at teir hava olju fyri ein prís, sum var galdandi fyri einum ári síðani, men afturfyri verður næsta keyp so mikið dýrari.

Hann ivast í um tað ber til at rista eina toskakvotu í Íslandi úr ermuni, tí teir hava sjálvir skert toskakvotuna munandi.


Arbeiðsbólkur kanna málið

Løgmaður ásannar, at tað eru ongar lættar loysnir, men eitt stig á leiðini kundi verið, at landsstýrið og vinnan setti ein arbeiðsbólk at kanna eftir, hvørjar gongdar leiðir eru, sigur Løgmaður.

Hann ivast ikki í, at hetta kemur at føra nakrar tillagingar í flotanum við sær og tær kunnu vera skilagóðar.

Men vit skulu framvegis hava ein flota, sum er nóg stórur og fjølbroyttur til at halda fiskiskapinum, vinnuni og landsins inntøku uppi.

Hann heldur, at tað hevði verið átrokandi at fingið eitt politiskt kjak um trupulleikan í fiskivinnuni.

- Hetta er trupulleikin, sum hevur veruligan týdning, men í politikki hava vit lyndi at kjakast um alt møguligt annað, legði hann afturat – og helst sipaði hann her til tunlar.

Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum staðfestir, at landsstýrið fer á ongan hátt at blanda seg upp í raksturin, men fer at lata marknaðarlógirnar ráða.

Hann heldur ikki, at politikarar eiga at forða fyri eini tillaging í fiskiflotanum við at lata skipunum stuðul og halda lív í teimum soleiðis.


Ongin studningur

Kaj Leo Johannesen sigur, at tað er hart at siga tað, men tað eru nettupp búskaparligu marknaðarlógirnar, sum verða ein partur av loysnini.

- Tað er so einfalt: Tað, sum ber seg, tað ber seg ikki og vit mugu undir ongum umstøðum lata studning aftur.

Hinvegin mugu vit hava betri marknaðaratgongd fyri at fáa virðið á okkara útflutningi upp.

Jørgen Niclasen, ávarar ímóti, at hetta kann enda við at alt inntøkugrundarlagið hjá samfelagnum fer fyri bakka.

Hann mælti til at gera royndir við at virka fisk umborð á skipum og at avtaka avmarkingar fyri handli við loyvum, burtur.

- Skal flotin laga seg til, má hann hava so fríar karmar, sum gjørligt, men har er lógin ov trong.

Annars mælti hann til at landsstýrið fær londini í Norðuratlantshavi at hava eina felags støðu til spurningin um studning, so at ongin fer at lata studning.

Jacob Vestergaard helt, at tað er ov bíligt at siga, at tað, sum ikki kann standa, tað skal falla, so at flotin onkusvegna endurreisir seg sjálvan.

- Vit mugu gera okkum nakrar hugsanir um, hvussu vit fáa tilfeingið til høldar.

Eisini Kári P. Højgaard mælti til at seta ein arbeiðsbólk at vita, hvussu vit koma burtur úr hesum.

Bill Justinussen ásannaði, at higartil eru so ongar tillagingar gjørdar, men tað verður helst neyðugt.

Men tað mest umráðandi hjá hesi samgonguni er at hava styrki til at lata vinnuna gjøgnumføra hesar tillagingar, sigur løgtingsmaður fyri Miðflokkin.

Jákup Mikkelsen helt, at vit mugu gera útrokningar sum vísa avleiðingarnar av, at flotin verður lagdur.

Tórbjørn Mikkelsen staðfestir, at tað ber til at fiska 100.000-120.000 tons undan Føroyum, men avbjóðingin er at seta flotan soleiðis saman, at hann er best førur fyri at taka hendan fiskin úr sjónum.

- Besti mátin at endurreisa fiskivinnuna er at endurbyggja fiskastovnarnar.

Gerhard Lognberg spurdi um tíðir ikki kunnu koma, har samfelagið noyðist at lata stuðul.

- Tað er ikki altíð at stuðul er av tí ónda, segði hann.

Av teimum mongu løgtingslimum, sum høvdu orðið, var tað bara Gerhard Lognberg, sum luftaði tankan um at lata fiskiflotanum stuðul, annars vóru tinglimir úr øllum fokkum ímóti tí.