Fram til 1. januar í ár rindaðu hagastýrini í ognarhagunum 450 krónur um árið í trygging fyri fjallfólkið.
Men so lætt sleppa teir ikki longur.
Á nýggjárinum kom nýggj lóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða. Henda lóg hevði við sær, at tey, sum fáa skaða á fjalli, fáa væl størri endurgjald.
Samstundis er inngjaldið fyri tryggingina farið upp.
Nú rinda hagarnir við hagastýrum 450 krónur fyri mørkina, og minsta gjaldið er 700 krónur.
Í hinum hagunum er bóndin arbeiðsgevari, sum rindar tryggingina fyri síni fólk. Hann ger upp eina ferð um árið, hvussu nógvar tímar, hann hevur havt fjallfólk. Gjaldið er 2650 krónur fyri fulltíðarstarv, svarandi til 1800 tímar um árið.
Petur Andreasen, sum er formaður í hagastýrinum fyri Stranda haga á Borðoynni, er ørkymlaður av hækkaðu tryggingini. Í fyrsta umfari sýtti hann fyri at gjalda so nógv. Stranda hagi er sjey merkur, og tað merkir, at gjaldið er farið úr 450 krónum upp í 3150 krónur.
- Hatta fer als ikki at bera til hjá nógvum hagum í Føroyum. Hagarnir, sum ikki selja haruhaga, hava onga inntøku, men inntøkurnar eru høgar til stik, pelar og heilivág, sigur Petur Andreasen.