Dýrari barnaansing í Porkeri

Nú verður eitt sindur dýrari at hava børn í dagrøkt í Porkeri. Bygdarráðið hevur eisini keypt hús til umisiting

Kommunumál

Porkeri: Nú fer tað at verða eitt sindur dýrari at hava børn í dagrøkt í Porkeri.
Tað samtykti bygdarráðið á ársins fyrsta fundi týskvøldið.
Síðani dagrøktin varð sett á stovn í 1997, hevur tað kostað foreldrum 1.224 um mánaðin at hava eitt barn í dagrøkt fulla tíð.
Men síðani eru allir prísir farnir upp og bygdarráðið sigur, at nú er tað tískil neyðugt at dagføra prísirnar. Sostatt varð samtykt, at tað nú skal foreldragjaldið vera 1.370 krónur um mánaðin at hava eitt barn í dagrøkt fulla tíð.
Bygdaráðið hevur samtykt eina fíggjarætlan, har ein fortreytin er, at foreldragjaldið er 195.000 krónur í ár tilsamans og tí er neyðugt at dagføra gjaldið.
Í dagrøktini í Porkeri eru eini 20 børn, men umroknað til fulla tíð, eru tey 12-13. Dagrøktarmammurnar eru fýra í tali, men kanska kemur ein afturat skjótt.
Í dag er barnaansing kommunalt mál burturav, so kommunan betalir alt tað, sum foreldrini ikki betala.
Tá ið barnaansingin varð sett á stovn fyri góðum fimm árum síðani, kostaði hon kommununi góðar 100.000 krónur, men í ár kostar hon kommununi 540.000 krónur, so vøksturin er stórur.
Men bygdaráðslimir tóku hetta sum eina góða íløgu, tí tað merkti, at fleiri foreldur høvdu arbeiði og sostatt kom eisini meiri inn í skatti og merkti eisini, at tað var meiri liviligt í bygdini.
Bara varaborgarstjórin, Hans Eli Bech, var ímóti at hækka gjaldið. Hann helt at tað var nóg høgt og at tað kundi ikki verða meiningin, at foreldur ikki skuldu hava ráð at hava børnini í dagrøkt.

Keypa hús
Annars hevur Porkeris Kommuna eisini keypt hús til umsiting. Tað er gamla møblasølan hjá Hákun Djurhuus, sum bygdarráðið hevur samtykt at keypa fyri 300.000 krónur.
Húsið stendur undir liðini á húsinum, sum kommunan nú er í. Ætlanin er at brúka nýggja húsið til umsiting og á fíggjarætlanini hjá kommununi í ár eru 200.000 krónur settar av til at umvæla húsið fyri.
Men hvat húsið, sum kommunan nú er í, skal brúkast til, er støða ikki tikin til enn.
Ein møguleiki er at hava tey at goyma amboð og útgerð hjá kommununi í, tí tað hevur kommunan onki høli til annars. Ein annars møguleiki, sum er nevndur, er at taka tað niður og at gera stykkið til parkeringsøki.
Porkeris Bygdarráð hevur eisini samtykt at stuðla Suðuroyar Kunningarstovu við 6.000 krónum í ár. Men bygdarráðið vónaði, at tað bleiv í ár, at álvari varð burturúr ætlanini eisini at lata kunningarstovu upp í Vági. Annars er bara kunningarstova á Tvøroyri.

MYND AV PORKERIS BYGDARRÀÐ:

Týskvøldið hevði bygdarráðið í Porkeri sín fyrsta fund í ár. Frá vinstru eru tey: Heri Danielsen, Sigmund Olsen, Hans Eli Bech, varaborgarstjóri, Eli Frederiksen, borgarstjóri, Lars Djurhuus, skrivari og Anna Djurhuus

Nýggi hvalbiartrolarin
Liggur nú á Skála

Á midnátt týskvøldið kom nýggi hvalbiartrolarin til Føroyar úr Íslandi. Hann skal nú á beding á Skála, áðrenn hann fer til fiskiskap

Skipskeyp

Áki Bertholdsen

Hvalba: Á midnátt týskvøldið komu Hvalbingar til Føroyar við nýggja trolaranum, teir hava keypt úr Íslandi.
Tað er íslendski trolarin, Dala- Rafn, úr Vestmannaoyggjum, sum hvalbingar nú hava keypt.
Tað eru menninir aftanfyri djúpvatnstrolaran, Steintór, sum nú keypa ein trolara afturat og sunnukvøldið fóru teir úr Íslandi til Føroyar við skipinum.
Sjey mans sigldu trolaran heim, tveir íslendingar og fimm føroyingar. Veðrið var ófantaligt, men teir halda, at skipið bar seg væl.
Felagið, sum eigur nýggja trolaran, nevnist Sjaðaklettur og trolarin hevur eisini fingið navnið Sjaðaklettur. Men um hetta verður endaliga navnið, er ikki heilt greitt enn.
Menninir aftanfyri Steintór hava leingi leitað eftir einum hóskandi trolara, bæði í Íslandi, Onglandi, Týsklandi og í Noregi.
Fyri nøkrum árum síðani keyptu teir á Steintór fiskiloyvið hjá djúpvatnstrolaranum, Beintu, av Tvøroyri, tá ið hon varð seld av landinum, og nú hava teir so fingið ein trolara at brúka tað fiskiloyvi.
Sjaðaklettur er ein djúpvatnstrolari, sum líkist Mýlingi. Hann er bygdur í 1975, men hann er væl hildin. Maskinorkan er er 1500 hestar.
Hann kostar fýra milliónir at keypa við reiðskapi, men tað er rættiliga nógv at gera við hann, áðrenn hann verður góðkendur og klárur at fara til fiskiskap og væntandi fer hann at tátta í 10 milliónum, tá ið hann verður klárur at fara til fiskiskap.
Sjaðaklettur fer nú á beding á Skála, har tað verður gjørt við hann, sum skal og hann væntar, at hann verður klárur at fara til fisksikap um ein mánaða.
Mikkjal Hammer, vanliga nevndur Mikki, er reiðari og hann væntar, at hann verður klárur at fara til fiskiskap síðst í februar mánað.
Tað verður Tórhallur Randrup, sum skal føra Sjaðaklett, hann hevur verið skipari á Mýlingi
Nýggi hvalbiartrolarin fer at avreiða, har prísurin er bestur og tað vóna teir, verður til flakavirkið í Hvalba.

MYND AV Trolara

Er liggur nýggi hvalbiartrolarin við bryggju á Skála. Hann hevur fingið navnið Sjaðaklettur, men um tað verður endaliga navnið, er ikki heilt greitt enn. Mynd: Vilmund Jacobsen

---------------------

Tórhallur Randrup úr Hvalba verður skipari á nýggja Hvalbiartrolaranum. hann hevur ført Mýling. Mynd: Vilmund Jacobsen