Dýrari olja - dýrari rávøra

- Rávøra er sum heild vorðin dýrari, síðan oljuprísirnir byrjaðu at hækka. Hetta er ikki bara galdandi fyri fiskaprísir, sigur formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum

RÁVØRUPRÍSIR

Símun Jacobsen, formaður í Ráfiskakeyparafelagnum, væntar, at góði upsaprísurin, sum verið hevur í seinastuni, fer at halda sær eina tíð enn, men síðan fer prísurin helst at leggja seg á eina lægri legu.
Hann vísir á, at góði upsaprísurin, sum verið hevur í seinastuni, partvís kemst av, at tørvur hevur verið á upsa í Týsklandi og Fraklandi, har teimum dámar væl hetta fiskaslag.
- Føroyski upsafiskiskapurin var vánaligur í seinnu hálvu av 2010, men er nú vorðin betri aftur. Upsaprísurin hevur verið góður, og eg vænti, at hann verður góður í eina tíð enn, kanska í einar 2-3 mánaðir. Síðan fer prísurin helst at fella nakað aftur, men eg trúgvi ikki, at upsaprísurin gerst lágur aftur.
Tað segði Símun Jacobsen við útvarpið hjá Kringvarpinum fríggjadagin.
Hann legði aftrat, at upsaprísurin, tá hann fellir aftur, helst fer at liggja um einar 7,50-8 krónur fyri kilo, og tað verður framvegis mett at vera rímiliga góður prísur.
Formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum segði, at allar rávørur eru dýrkaðar, og hetta kemst ikki minst av høga oljuprísinum, vit hava í løtuni.
- Hetta er ikki bara galdandi fyri fiskaprísir, men fyri flest allar rávørur, legði hann aftrat.
Símun Jacobsen segði seg onga løtu ivast í, at góða veiðan seinastu tíðina og góði upsaprísurin fara at síggjast aftur hjá ísfiskatrolarunum, sum annars hava havt tað trupult.