Dýrir avbrennarar

EB/Streymur hevði fleiri møguleikar at lukka dystin móti NSÍ, men teir tóku ikki av. Og so máttu teir rinda prísin, tá risa-dropp hjá málverjanum kostaði tvey stig

Fótbóltur

Hóast sorgin framhaldandi hevur fast tak á teimum, sum spæla við felagsliðnum hjá EB/Streymi, so gongur landskappingin sína vanligu gongd.
Leygardagin enntá við einum steypi sum eykavinningi, tá NSÍ kom á vitjan sum stevnugestir.

Ivasamar umskipanir
Ivaleyst mundu áskoðararnir iðra seg um, at kappróðurin hevði flutt dystin til kl. 18 á kvøldi. Í øllum førum hevði sólin sæð mest sum allan dagin, men út á kvøldið tók at regna, soleiðis at fótbóltslíkindini versnaðu nakað.
Nakað av vindi var eisini eftir vøllinum, og fyri steðgin høvdu vertirnir hendan í baki. Serliga fyrstu løtuna høvdu runavíkingarnir ilt við at venja seg við umstøðurnar, men spakuliga megnaðu teir tó at byggja nakað av spæli niðan eftir vøllinum.
Tað vóru tó EB/Streymur, sum fyri tað mesta royndu at trýsta. Liðið var nakað umskipað við Egili á Bø sum áleypara og einari miðverju við Andrzej Pacek og Fróða Clementsen, og til tíðir var trupult at síggja tað skilagóða í hesum. Einar tvær ferðir smoygdi Ike sær frá Fróða Clementsen, uttan at hetta tó gav mál av sær, og hjá Pacek tóktist navnabrævið í fleiri førum at vera farið framvið tí, sum vanliga verður mett galdandi til fótbólt í fremstu røð.
Og spurningurin tóktist eisini vera, hvussu skilagott tað var við Egili heilt frammi í álopinum. Gaman í vinnur hann nógvar bóltar í luftini, men flytingarmynstrið var fyri tað nógva merkt av, at hann í fleiri ár hevur spælt í verjuni, og tí spurdist sjáldan nakað burtur úr kropsligu styrkini.

Løtan hjá NSÍ
NSÍ royndi í fleiri førum at kontra, og teir komu eisini fram til møguleikar. Ikki minst kundi Jónstein Petersen skorað, tá hann fangaði sløsuta afturlegging, men hann var ikki nóg kaldur í avgerandi løtuni. Men tað eydnaðist kortini NSÍ at koma á odda eftir at eitt av skjótu álopunum gav hornaspark.Og tey, sum hava sæð lið hjá Trygva Mortensen spæla, vita, at deyðbóltar altíð eru vandamiklir.
Tað líktist eisini eini væl vandari støðu, tá Brynjálvur Nielsen sera neyvt sparkaði bóltin móti nærmasta stólpa, og har var Helgi L. Petersen hægstur og stýrdi bóltinum í kassan.
Og eftirfylgjandi hevði NSÍ sína bestu løtu í øllum dystinum. Framvegis lótu teir vertirnar trýsta, men tá gestirnir so vunnu bóltin, varð full ferð sett á. Kantarnir báðir við Jónstein og Christian Høgna vórðu nógv nýttir, men veruligar opnar kjansir gjørdist talan tó ikki um.

Hans Pauli í serflokki
Og spakuliga kom EB/Streymur eisini fyri seg. Og ikki minst Hans Pauli Samuelsen. Er lagið tað rætta á honum, er hann einsamallur mest sum allan atgongupeningin verdur, og lagið var gott hesaferð. Ikki minst er tað stuttligt at síggja, hvussu hann altíð sleppur sær úr trupulleikum við driblingum, fintum og vendingum. Ella tá hann við hvørt bara ger tað lætta og sendir betri staddar liðfelagar avstað.
Fleiri ferðir vóru runavíkingar um ein háls, tá hann krúllaðik seg igjøgnum í síðuni. Ta einu ferðina enntá framvið og millum einar fýra runavíkingar.
Tað tóktist tó vera nyttuleyst við øllum fintunum, tí hóast onkrir møguleikar spurdust burturúr, so megnaðu liðfelagarnir ikki at umseta hetta til mál.
Men tá NSÍ verjan so setti sær fyri at geva Hans Paula eina gávu, var hann skjótur at taka av. Viggo Johansen var ikki nóg avgjørdur, tá hann skuldi sparka burtur. Hans Pauli streyk avstað við bóltin, og tá skotið so eisini varð avrættað av seinasta verjuspælaranum, var Jens Martin fullkomuliga seldur.

Vakur fagnaður
Fyri runavíkingar er einki at ivast í, at tað var sum vátur vøttur, at EB/Streymur soleiðis skuldi javnað dygst undan steðginum, og helst vóru teir ikki komnir seg, tá seinni hálvleikur byrjaði.
Minutt-vísarin var neyvan farin runt fyrstu ferð, tá EB/Streymur fekk fríspark í vinstur. Gert sendi innfyri, og tó at talan ikki var um heimsins besta innlegg, so fekk eingin verjuspælari tikið seg saman til at fara eftir bóltinum, og so stóð Sorin Anghel brádliga púrasta leysur. Og hann nølaði ikki tað minsta, tá hann langaði bóltin framvið Jens Martini. Og tað mundi nerta við øll kring vøllin, tá hann við fingrunum peikandi beint upp í loft ognaði hann nú farna liðfelaganum málið.
Runavíkingarnir tóktust vera í villareið um skjóta málið, og næstu longu løtuna trýstu vertirnir fyri at fáa eitt triðja mál, sum veruliga kundi punktera dystin. Og møguleikar høvdu teir eisini. Men Hans Pauli lobbaði á stólpan, Sonni var púra leysur og skeyt uppum, og tá Sonni eisini slapp leysur eina aðru ferð, skeyt hann í krovið á málverjanum, heldur enn at rulla til ein púrasta blankan Sorin.

Fingu rimmar gávu
Runavíkingarnir royndu at svara aftur. Ikki minst av beinkinum, haðani spælskipanin varð broytt til 3-4-3. Og við Óla Hansen í álopinum vóru boðini, at bóltar skuldu oysast innfyri.
Men hetta tóktist tó nyttuleyst. Fyrst og fremst, so vórðu innleggini alt ov fá í tali, og hartil tóktist møguleikin fyri 3-1 máli at vera væl størri enn fyri útjavning.
Men gávuhandlarnir á Eiði vóru ikki stongdir enn. Størsta gávan bíðaði til seinast, tá Magnus E. Poulsen fekk óhepnan høvuðsleiklut. Brynjálvur Nielsen sendi fríspark innfyri langt úti í høgru síðu. Vandin tóktist vera millum lítil og eingin, og kanska hevði bólturin enntá bara ferðast út til málspark, um málverjin einki hevði gjørt.Men talan var ikki um meira enn rutinu-uppgávu, tá Magnus við einum stórum »eg havi« leyp út eftir bóltinum. Men hann alt annað enn hevði. Onkursvegna bleiv bólturin klossaður inn móti málinum, og tað eydnaðist ikki nú grulvandi málverjanum at bøta um skaðan.
Og var tað heilt illavorðið, so fór NSÍ avstað við øllum. Stutt eftir útjavningina fekk Brynjálvur aftur møguleikan við frísparki. Hesaferð stutt uttan fyri brotsteigarhornið, men skrúvandi bólturin endaði á stólpanum.

Ikki bara málverjin
Skal takast samanum, so er einki at ivast í, at gestirnir vóru teir, sum vóru best nøgdir við javnleikin. Verður sæð burtur frá løtuni beint eftir leiðslumálið, so var tað sera sjáldan, at nakað sum helst glið var á spælinum frameftir vøllinum. Og soleiðis sum málini hjá vertunum komu, var Trygvi Mortensen neyvan heldur nøgdur um verjuspælið.
At tað so kortini eydnaðist at fáa stig - og næstan trý av slagnum - man vera størsta ljóspunktið hjá NSÍ á degnum. Og so mundi tað ikki gera leygarkvøldið verri, at eitt steyp eisini var við í skjáttuni, eftir at NSÍ vann brotssparkskappingina, sum gjørdist neyðug .
Leikliga mundu teir hjá heimaliðnum helst vera hampuliga nøgdir um sítt avrik. Sjálvandi mundi Magnus Poulsen vera í kjallaranum eftir sítt mistak, men í nógvar mátar kunnu viðleikararnir helst lastast eins nógv. Tí talan var í veruleikanum um eina undirstrikan av tí veruleikanum, at skorar tú ikki upp á upplagdar møguleikar, so verður tað revsað. Og tað varð tað altso hesaferð.