Í allarseinastu sekundunum í Miðvági stóð nógv á gomlum nøglum hjá Skála, tí FS Vágar trýsti og trýsti av øllum alvi. Støðan var 4-3 til skálamenn, men við einum útjavnandi máli høvdu vágamenn sent gestirnar niður í 2. deild og sjálvir sloppið undan tí vandanum.
Tað eydnaðist eisini FS Vágum at fáa bóltin í málið hjá Skála fyri fjórðu ferð, tá allarseinasta hornasparkið kom innfyri, men áðrenn bólturin var komin ordiliga inn fyri málið, bríkslaði dómarin í Miðvági, Lassin Isaksen, fyri seinastu ferð sunnudagin.
Hetta líkaði ikki vágamonnum, hóast klokkan var farin meira enn hálvan minutt út um teir tríggjar, dómarin hevði lagt aftrat. Men liðugt var, og skálamenn hava enn ein kjans og vágamenn enn eina viku á pínubonkinum.
Skála hevur nú 9 stig, FS Vágar 11 og VB 13, so enn kann nokk so nógv henda í botninum, áðrenn landskappingin er liðug seinnapartin leygardagin. Tvey lið kunnu enn flyta beinleiðis niður og tvey lið kunnu koma í ta støðu at spæla móti TB um at varðveita 1. deildarplássið. FS Vágar hevur báðar møguleikarnar?
Dýrur sigur
Hóast Skála yvirlivdi sunnudagin og enn hevur eitt hálmstrá at halda í, kostaði sigurin í Miðvági ikki so lítið. Undan dystinum stóðu sjey leikarar til at fáa leikbann, um teir fingu kort, og tríggir fingu hesa lagnu ? enntá tríggir av teimum fýra í aftastu verjuketuni!
? Hetta ger ikki útlitini hjá okkum bjartari undan seinasta dystinum, sum verður á heimavølli móti EB/Streymi, tí hópurin er smalur. Vit noyðast niður í 3. ella 4. deild eftir fólki at seta í verjuna, sigur Johan Nielsen, venjari hjá Skála.
Hann er mest kendur sum gullvenjari hjá GÍ og HB gjøgnum árini, men nú stendur hann við ábyrgdini fyri einum liði, ið hevur niðurflytingarvandan hangandi yvir sær. Men hetta hevur hann eisini roynt fyrr:
? Ájú, eg eri fyrr fluttur niður. Tað var í 80-unum sum venjari hjá B36. Men lat okkum nú síggja, hvussu seinasta umfarið endar, áðrenn vit fara at tosa ov nógv um tað, sigur Skála-venjarin, ið tó ikki dylir fyri, at hann fær sítt at hugsa um hesa vikuna.
? Vit fáa ikki nakran lættan dyst móti EB/Streymi, sum hevur skjótar framherjar. Tað kemur undir øllum umstøðum at leggja trýst á verjuna hjá okkum. So er spurningurin bara, um vit fáa skavað eina verju saman, ið kanska klárar at halda henda eina dystin.
Eydnast Skála at yvirliva og fáa teir báðar dystirnar aftrat móti TB um evsta plássið í 1. deild næsta ár, er sjálvandi vanliga verjan tøk aftur. Men so er spurningurin sjálvandi, um aðrir fáa leikbann til ta tíð. Fýra eru í vanda enn, so nógv stendur opið, nú Skála skal royna at endurtaka spurtin frá í fjør, ið bjargaði liðnum tey allarseinastu umførini.
Kunnu avgera sjálvir
Hjá vágamonnum er støðan sjálvandi eitt lítið sindur frægari, hóast dysturin sunnudagin varð taptur. Og enn kann FS Vágar sjálvt avgera sína lagnu, hóast tað nokk krevur ríkiliga nógv av liðnum:
? Vit skulu bara vinna í Runavík, so hava vit í øllum førum sloppið okkum undan beinleiðis niðurflyting. Men vandin er sjálvandi tann, at NSÍ einki hevur at stríðast fyri og tí kann spæla frítt, sigur Albert Ellefsen, venjari hjá FS Vágum.
? Allarhelst vildu vit sloppið fram um VB eisini, tí so vóru vit fullkomuliga leysir av øllum, sum hevur við eina møguliga niðurflyting at gera. Tað er tó upp til okkum sjálvar, hóast EB/Streymur sjálvandi kann hjálpa okkum við at vinna á Skála.
At dysturin í Miðvági sunnudagin endaði við einum málríkum ósigri, var sjálvandi ein strika í rokningini hjá FS Vágum, sum annars hevði fyrireikað seg væl til júst henda dystin.
? Vit vistu, at skálamenn eru skjótir í mótálopunum, og tað høvdu vit eisini vant við í vikuni, so vit kundu fyribyrgja teimum í at sleppa avstað. Men kortini vóru fleiri av okkara monnum ikki klárir í dystinum, og so máttu vit rinda prísin fyri tað, sigur venjarin hjá vágamonnum, ið var bilsin av, at Skála megnaði at halda so nógva ferð allan dystin.
Fínur dystur
Hóast talan var um reina botnuppgerð og eitt ríkiliga frískt lot, so var dysturin í Miðvági ein av teimum frægaru. Sjey mál og eitt á muni tala fyri seg, men eisini ferðin var høg ? nakað, ið annars ikki plagar at eyðkenna botndystir.
Liðini áttu hvør sín hálvleik, so skálamenn byrjaðu betur, men máttu kenna seg trýstar í botn meginpartin av síðstu trimum korterunum. Effektiviteturin var tó størri hjá Skála, ið hevði uppborið sigurin, tá avtornaði.
Mestsum beinanvegin sást, at Skála var komið fyri at stríðast og vinna, og Aleksandur Johansen gjørdist lyklaleikarin fram um allar, tá hann skoraði trý mál og legði upp til tað fjórða. Hann hevði einki landskappingarmál skorað í ár undan dystinum sunnudagin, men kendi so sanniliga sína vitjunartíð!
Við tveimum málum í fyrra hálvleiki legði hann lunnar undir sigurin, men eitt korter inn í seinna hálvleik fekk Birgir Joensen minkað fyri FS Vágar, ið dúgliga trýsti fyri at fáa javnað eisini. Júst hetta trýstið gav skálamonnum pláss til at fara hinvegin við nógvari ferð, og í einum av skjótum mótálopi skoraði Aleksandur triðju ferð og legði Skála framum 3-1.
Tveir minuttir fyri tíð var hann aftur upp á spæl, tá hann setti ferð á frameftir í vinstru síðu og endaði við at senda flatt innfyri til Jónhard Frederiksberg, ið fekk prikað bóltin í málið til 4-1. Tá hetta málið kom, vóru skálamenninir bara tíggju eftir á vøllinum.
Nú sá dysturin avgjørdur út, men í evstu løtuni tveitti FS Vágar alt fólkið fram ? enntá málverjan, Jákup Joensen. Tað gav úrslit í tveimum málum. Tað fyrra skoraði Albert Ari Thomassen við beinleiðis frísparki, og tveir minuttir inni í yvirtíðini skallaði Clayton Soares tað triðja.
FS Vágar royndi at útnytta yvirtíðina til fulnar fyri eisini at fáa útjavnandi málið, men hetta eydnaðist ikki. Tí er botnurin enn púra opin, nú bara eittans umfarið er eftir.
Dysturin í tølum:
FS Vágar-Skála 3-4 (0-2)
0-1: Alexandur Johansen, 11.
0-2: Alexandur Johansen, 31.
1-2: Birgir Joensen, 59.
1-3: Alexandur Johansen, 65.
1-4: Jónhard Frederiksberg, 88.
2-4: Albert Ari Thomassen, 90.
3-4: Clayton Soares, 92.
FS Vágar: Jákup Joensen ? Jógvan Hendrik Samuelsen, Jack Johansen, Albert Ari Thomassen, Vladens Osipovs ? Sjúrður Ellefsen (Eyðfinn Fjalsbak, 77.), Jóhannus Olsen (Silva de Braga, 68.), Ruslan Screlea, Jens Erik Rasmussen ? Birgir Joensen (John Johansen, 77.), Clayton Soares
Gul kort: Albert Ari Thomassen (74.), John Johansen (82.)
Skála: Eugen Voda ? Ronni Hansen, Arnhold Berg, Dusan Jaic, Iulian Florescu ? Bogi Gregersen, Pauli G. Hansen, Aleksandar Jovevic, Hanus Thorleifsson ? Alexandur Johansen, Jónhard Frederiksberg (Bárður Danielsen, 89.)
Gul kort: Dusan Jaic (40.), Arnhold Berg (42. og 85.), Iulian Florescu (65.)
Reytt kort: Arnhold Berg (85.)Dómari: Lassin Isaksen