Tað er av fagrastu líkindum, nú tað stundar til áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.
Allir átta dystirnir eru á skránni seinnapartin í dag, og longu undan uppgerðunum er tað greitt, at í hvussu so er fýra feløg í bestu deildini ikki verða umboðað flaggdagin, tá ið fjórðingsfinalurnar verða á skránni.
Tvey tey seinastu árini hevur EB/Streymur vunnið finalurnar ímóti ÍF. Soleiðis verður tað ikki í ár, tí hesi bæði liðini hittast seinnapartin í Fuglafirði. Meðan ÍF hevur lagt bragdliga fyri í landskappingini, so hevur tað haltað nógv hjá EB/Streymi.
Víkingur er eftir trý umfør í landskappingini einasta liðið við fullari úrtøku. Í dag fáa víkingarnir vitjan av meistaraliðnum hjá B36, sum ivaleyst hevur meiri fokus á fyri fyrstu ferð at endurvinna FM heitið, men sum sjálvandi fer at stríðast fyri plássi í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.
Á Vágseiði vera tveir dystir í dag. Klokkan 14 fær FC Suðuroy vitjan av Skála í næstbestu deildini, og klokkan 16.00 eigur TB heimavøll á Vágseiði, har HB verður gestur. HB hevur vunnið steypakappingina so nógv tær flestu ferðirnar, og síðani farið varð undir steypakappingina í 1955, hevur tað ongantíð verið so long tíð frá einum HB finalusigri, sum tað er nú. Seinasti HB finalusigurin í steypakappingini var í 2004.
KÍ og NSÍ eru tvey av liðunum, sum tað hevur verið eitt sindur av iva um, hvussu tey eru fyri. Í dag hittast hesi bæði liðini í Klaksvík.
B68 hevur higartil ikki skorað mál og vunnið stig í landskappingini. Í dag er møguleikin í steypakappingini á heimavøllinum á Svangaskarði, har 07 Vestur úr næstbestu deildini vitjar.
AB má mestast at vera stórfavorittur á heimavølli ímóti Giza/Hoyvík, og hóast sandoyingar vera á útivølli, so mugu teir roknast at vera favorittar ímóti Undrið.
FC Suðuroy-Skála: Rói Jacobsen kl. 14.00
ÍF-EB/Streymur: Dagfinn Forná kl. 15.00
Víkingur-B36: Lars Múller Kl. 15.00
KÍ-NSÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
AB-Giza/Hoyvík: Bárður Mortensen kl. 15.00
B68-07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
TB-HB: Petur Reinert kl. 16.00
Undrið FF-B71: Alex Troleis kl. 17.15
Fjórðingsfinalurnar vera spældar flaggdagin, sum er mikudagin 25. apríl.