í dag kappast 250 næmingar í skúlafótbólti

Í dag eru tað 5. flokkar úr øllum landinum, sum kappast.

í dag er umfarið hjá 5. flokki í Skúlafótbólti í Marghøllini í Vàgi. Eini 250 næmingar í 5. flokki luttaka, svarandi til útvið 40% av øllum næmingunum í 5. flokki í fólkaskúlanum.

 


Tilsamans 32 lið fara at kappast í dreingjaliðum, gentumliðum og blandaðum liðum. Liðini koma úr 12 skúlum úr øllum landinum.

 


Byrjað varð kl. 11.30 fyrrapartin, og hildið verður so áfram til umleið kl. 16.30, tá tað er greitt, hvørji lið í 5. flokki hava spælt seg til finaluumfarið, sum verður fyrst í mai 2019.

 


Umframt at spæla fótbólt, so fara næmingarnar eisini at svimja í Páls Høll, og fáa eisini møguleikan at royna klatriveggin í Marghøllini. Kunning um kappingina sæst á skulafotboltur.fo.