Ja í dag, týsdagin 25. juni, koyrir virkið Sandoy Seafood aftur.
Næst seinasta týsdag var sorgardagur í Sandoynni, virkið varð stongt. Men tað vardi ikki leingi! Vit kunnu brúka orðini, sum teir gomlu brúkti nógv “Skjótt er Harranum um”
Dagin eftir, at virkið varð stongt, ringdi skálavíksjingurin Ole Nattestad, saman við konuni Ann-Dorith, til mín. Ann-Dorith er úr Skopun.
Vit byrjaðu at práta, men skjótt merkti eg, at hetta var skiparin Ole Nattestad, her var einki uttanumtos – Gerhard eg opni virkið aftur!
Einki uttanum tos! Vit gera so og so, og Gerhard hetta er ikki við vinningi fyri eyga.
Eg veit sjálvur, at eg kann vera buldrasligur, men skjótur til tárini. Eg fekk ikki svarað manninum, tí eg græt so sáran av gleði.
Tá eg fekk orðið aftur, sigur Ole, ja, eg havi fingið tað besta, sum eg eigi, úr Skopun, sum er konan Ann-Dorith. Og vísti henda kempan á Esthersbók úr skriftini kap. 14, og tí vil eg geva nakað aftur til bygdina.
Siðani hava vit møtst til nógvar fundir, og tað hevur verið gevandi.
Hetta er ikki ein maður, sum rennur runt við Excel-ørkum ella A4-síðum, men ein maður við orðinum í sini makt.
Á einum fundi segði Óli við meg, at eg vil at tú verður nevndarformaður. Eg takkaði fyri álitið og segði, at eg skuldi taka tað uppgávurna við stórstu respekt og gera alt, eg kundi og eitt sindur afturat.
Ein dagin vit sótu, Óli og eg báðir á mínum kontóri, bleiv eg forvitin, sum eg eri av náttur. Hvør er hesin so avgjørdi maðurin við einari sjálvsamari karismu
Jú, eg fekk skjótt at vita, at hann ikki var uppvaksin við silvur skeið í hond, men Skálavík var heimstaðið, har var hann barnvaksin saman við systkjum sínum. Mamman var úr Skálavík við gentunavninum Tindskarð og pápin Gunnar Nattestad úr Hvalba
Óli er føddur í 1968. Longu í 1988 bleiv hann skipari á Navigatiónsskúlanum í Tórshavn.
Skjott eftir hetta førdi hann nótabát, síðan hevur hann verið millum teir fremstu innan hesa vinnuna.
Ann-Dorith er dóttir Dánjal Og Kathrinu Joensen, tey eru bæði úr Skopun. Dánjal og undirritaði eru trímminingar. Langomma okkara var úr Íslandi, ættað av Karlsskála, systkinnabarn við Gvøni hjá Johannes Patursson bónda í Kirkjubø.
Góðu Óli og Ann-Dorith, eg vil vegna Skopuningar og Sandoyar Sýslu takka tykkum av heilum hjarta fyri tykkara óvanliga innsats.
Góða Turid, tú og Vittus kunnu í sannheit vera stolt av Óla, tað sama Dánjal og Kathrina av dóttir tykkara.
Vinarliga
Vegna Skopuningar og Sandoyar Sýslu
Gerhard Lognberg
nevndarformaður
Sandoy Seafood