Sammett við tey bæði undanfarnu árini, tá ið B36 vann FM, hevur liðið í ár verið nógv meiri plágað av skaðum og leikbannum, enn tað hevur verið tvey tey seinastu árini. Einasti maður, sum higartil hevur verið við í øllum tjúgu landskappingardystunum, og sum hevur spælt allar dystirnar á tamb, er vongverjin í høgru Jónas Þór Næs. Eftir at hava verið á liðnum í 1800 minuttir út í eitt, er hann í dag leikbannður, tí hann hevur sæð gula kortið fýra ferðir í landskappingini.
Dagsskráin hjá B36 er at varðveita rættin at spæla í Europa næsta kappingarár. Ólavsøkudag vísti árstalsfelagið kanska besta leikliga avrikið í ár, men tá endaði tað við 2-0 tapi, sum kendist øgiliga meint.
Síðani hevur B36 vunnið teprar sigrar ímóti niðurflytingarkandidatunum – 2-1 á heimavølli ímóti AB og 1-0 á Svangaskarði ímóti B68.
-Vit hava fokus á úrslitunum, og vit rokna avgjørt við, at tað fer at eydnast at vinna á heimavølli ímóti ÍF, men vit rokna tað ikki at vera fyrimun fyri okkum, at ÍF hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.
Tað hava verið nógvar skiftingar í framrættaða partinum. Á Toftum var Lukasz Cieslewicz fremsti maður, og Róaldur Jakobsen var framrættaður sentralur miðvallari – frammanfyri Eli Falkvard Nielsen og Odmar Færø sum fyri fyrstu ferð í ár vóru undir liðini á hvør øðrum.
Jógvan Skeel Nolsøe er tøkur aftur eftir leikbann.
Síðani merkisverda 4-2 sigurin í Klaksvík í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin hevur ÍF ikki staðið seg so væl: tap ímóti HB, NSÍ og Víkingi við samantalt 2-11!
-Skráin hjá okkum eftir summarsteðgin er fimm tey ovastu, áðrenn vit hitta nakað av hinum liðunum. Vit hava vunnið ímóti KÍ og tapt ímóti HB, NSÍ og Víkingi. Um tað eydnast at vinna stig í Gundadali í dag, so skulu vit ikki læta so illa at, sigur ÍF venjarin Jákup Mikkelsen, sum saman við Símuni Eliasen skal gera av, hvussu liðið skal mannast, nú Karl Løkin og Ari Ó. Ellingsgaard eru leikbannaðir. Ein møguleiki er at flyta Clayton Soares aftur á miðvøllin, har hann spældi sera væl, tá ið ÍF í seinna hálvleiki var undirmannað ímóti Víkingi.