Í dag skal Jenis fundast við Pompeo

Men hvørki Jenis av Rana ella grønlendski uttanríkismálaráðharrin Steen Lynge sleppa við til allan fundin

Klokkan 11 í dag verður fundur millum ríkisfelagsskapin og USA. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Micheal Pompeo, skal hitta danska uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod, grønlendska landsstýrismannin í uttanlandsmálum, Steen Lynge, og føroyska uttanríkismálaráðharran, Jenis av Rana.

Men umboðini úr Føroyum og Grønlandi sleppa ikki við til allan fundin, tí Mike Pompeo og Jeppe Kofod skulu sum skilst eisini práta saman einsamallir.

Arktis er høvuðsevnið

Eitt er í øllum førum greitt, og tað er, at Arktis verður millum stóru evnini á fundinum millum teir fýra uttanríkisráðharrarnir. 

– Vit fara at tosa um Arktis, og har fari eg at minna Pompeo á, hvar vit liggja. Vit liggja jú í portrinum til Arktis, og tað vita hann og hansara embætisfólk sjálvandi alt um, segði Jenis av Rana í síðstu viku.

Jenis av Rana hevur eitt stórt ynski um at lata eina sendistovu upp í høvuðsstaðnum í USA, Washington, og um hann fær stundir til tað, fer hann eisini at nevna hetta fyri honum.

– Eg snakkaði nógv við amerikansku sendikvinnuna Carlu Sands um at fáa eina sendistovu í Washington. Um tað verður høvi nevna tað fyri Pompeo, so verður tað sjálvandi eisini tikið upp, sigur Jenis av Rana, sum vónar, at Føroyar skjótt fáa sendistovu har.

– Hetta er nakað, sum eg fari at royna at fáa samgonguna at virka fyri. Tað er løgið, at vit ikki hava eina sendistovu í USA, nú tá vit hava sendistovu í bæði Russlandi og Kina.

Jenis av Rana er eisini fyri at fáa eitt amerikanskt konsulat í Føroyum.

– Tað vildi verið natúrligt, og eg nevndi tað eisini fyri Carlu Sands. Mann hevur latið eitt konsulat upp í Grønlandi, og tað sama kundi mann gjørt í Føroyum.

Tað verður helst avmarkað, hvussu nógv føroyski landsstýrismaðurin kann snakka við Mike Pompeo um, tí tíðin kann ikki røkka til alt, og so sleppa hann og Steen Lynge heldur ikki við til allan fundin.

Jenis av Rana vónar tó at fáa so nógv sjónarmið fram sum møguligt, eins og hann eisini vil hoyra, hvat Pompeo hevur upp á hjarta.

Jenis av Rana hevur gjørt greitt á tíðindafundi í Danmark í gjár, at vit mugu ansa eftir Arktis, og hann vil ikki hava, at økið skal blíva eitt spælipláss fyri stórveldini.