Í dag viðger tingið kynsskifti

Fyrsta viðgerð av uppskoti um løgfrøðiligt kynsskifti verður í løgtinginum í dag

Í dag klokkan 11.00 verður løgtingsfundur. Á skránni er 1. viðgerð av fimm løgtingsmálum.

Eitt av málunum er umstrídda uppskotið hjá uttanflokkatingkvinnuni Sonju Jógvansdóttir um løgfrøðiligt kynsskifti. Tingkvinnan skjýtur upp, at fólk, sum kenna seg vera hitt kynið, enn tey lívfrøðiliga eru fødd sum, kunnu fáa løgfrøðiligt kynsskifti.

– At skifta kyn løgfrøðiliga merkir, at tú søkir um at fáa eitt p-tal, sum samsvarar við tín kynsliga samleika, og hetta gevur tvørkyndum møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sínum, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass, sigur Sonja Jógvansdóttir í viðmerkingunum til uppskotið.

– At geva tvørkyndum persónum møguleika fyri løgfrøðiligum kynsskifti gevur teimum møguleika í sínum gerandislívi og -virki at liva í samsvari við tað, tey eru, og er ein almenn viðurkenning. Henda lítla lógarbroyting fer at gera ein ógvuliga stóran mun hjá føroyskum tvørkyndum og avvarðandi teirra, heldur hon.

Løgtingið skal í dag eisini hava 1. viðgerð av eitt nú máli um javning av uppihaldsveiting og máli um sjúku í frítíð.