Rocksangarin Dagfinn Joensen úr Funningsfirði skal í kvøld á pallin í Keypmannahavn, har hann saman við bólki sínum skal tulka sangir hjá bretska rockbólkinum Black Sabbath.
Dagfinn hevur seinnu árini staðið á odda fyri Black Sabbath Tribute, og í kvøld kunnu teir upplivast á spælistaðnum High Voltage.
Sambært spæliskránni hjá bólkinum, kunnu teir upplivast í Føroyum í summar, tá ið teir 3. juli spæla á sonevnda Liva festivalinum á Tvøroyri.