Dagfinn og Fate halda 30 ára jubileum

Dagfinn Joensen úr Funningi skal í ár spæla fleiri jubileumskonsertir við rockbólkinum Fate

Í ár eru liðin 30 ár, síðani danski rockbólkurin Fate fór at spæla. Teir vóru nógv frammi í 80’unum, men høvdu so steðg í fleiri ár, áðrenn teir gjørdu comeback í 2004.

Síðani 2009 hevur Dagfinn Joensen úr Funningi verið sangari í bólkinum, og hann verður eisini oddamaður, nú Fate fer at hava fleiri jubileumskonsertir í ár.

Fyrsta konsertin verður á spælistaðnum High Voltage í Keypmannahavn 28. februar.