Dagmar Joensen flutti fokus frá veruligu skandaluni!

 Eg havi samkenslu við Dagmar Joensen, men satt at siga, so havi eg meira samkenslu fyri hinum 150 lagnunum, sum vórðu send út í arbeiðsloysi sum beinleiðis avleiðing av, at Framtaksgrunnurin legði Fiskasøluna og Fiskavirking saman, sigur Árni Arge, fyrrverandi stjóri í Føroya Fiskasølu í hvassari viðmerking til tað, sum Dagmar Joensen hevur skuldsett hann og onnur fyri í sambandi við, at hon var noydd at siga starvið sum stjóri í Rúsdrekkasølu landsins frá sær

VIÐMERKING

Árni Arge, fyrrverandi stjóri á Føroya Fiskasølu

Undirritaði hevði ikki ætlað sær at gjørt nakrar viðmerkingar til viðurskiftini í Framtaksgrunninum, men eftir at hava lisið frágreiðingina hjá fyrrverandi forkvinnuni í Framtaksgrunninum, Dagmar Joensen, til løgmann, so kann hetta ikki standa ósvarað.
Undirritaði verður í frágreiðingini nevndur fleiri ferðir. Fyrstu ferð stendur:

Her eru persónar inni í myndini sum, í samband við samanleggingina í 2004 av gamla Faroe Seafood og United Seafood ígjøgnum Bjarna Djurholm (sí viðlagda teldupost), høvdu roynt at tryst grunnin til at taka avgerðir til teirra frama. Avgerðir, ið høvdu verðið orsøk til, at stór virðir hjá grunninum vóru sett í vanda. Hesir persónar eru Árni Arge, Hákun Steingrímsson og Niels Winther Poulsen.

Hvat Dagmar Joensen beinleiðis sipar til, tá ið hon skrivar, at trýst varð lagt á grunnin fyri at taka avgerðir til teirra frama, veit eg ikki.
Men tað er rætt, at tá ið vit hoyrdu leysasøgur um at ein avgerð var á veg um samanlegging av Føroya Fiskasølu og Føroya Fiskavirking, vendu vit okkum til Dagmar Joensen, nevndarformann í Framtaksgrunninum, fyri at vita um hesar vóru sannar umframt at vita um, Framtaksgrunnurin var áhugaður í einum sokallaðum MBO, Management-Buy-Out. Hetta merkir, at leiðandi starvsfólk keypa virkið, sum er heilt vanligt aðrastaðni. Hetta sjálvsagt, tí vit trúðu uppá Fiskasøluna, sum vit eisini høvdu stórar altjóða ætlanir við. (Í veruleikanum var hetta júst tað, sum seinni hendi. Leiðandi starvsfólk saman við íleggjarum keyptu jú samanlagda felagið).
Formaðurin svaraði, at hetta var sera áhugavert og betri enn tann loysn, sum Framtaksgrunnurin annars ætlað sær. Men tað skuldi ganga skjótt, Í seinasta lagi mánadag 22. november 2004 máttu tey hava svar. Fríggjadagur var, tvs. 19 november. Hvør kann stápla fígging upp á einar hálvt hundrað milliónir upp á beinini í einum vikuskifti? Allir fíggingarstovnar høvdu latið aftur, bæði í Føroyum og útlondum. Fíggjarætlanir og Business Planur skuldu eisini gerast. Í sær sjálvum ein vónleys uppgáva, men mánadag var boð upp á Føroya Fiskasølu givið Framtaksgrunninum upp á 45,5 milliónir krónur, sum seinni varð hækkað til 47,6 milliónir krónur.
Men so kemur tað allargrovasta. Avgerðir ið høvdu verið orsøk til, at stór virðir hjá grunninum vóru sett í vanda. Umframt okkara boð upp á Føroya Fiskasølu, so gav ein bólkur av skipaeigarum eitt boð uppá umleið 115 milliónir krónur fyri Føroya Fiskavirking. Tvs. at tað kann skjalprógvast, at tilboð vóru givin upp á hesi bæði feløgini upp á í alt góðar 160 milliónir krónur innan samanleggingina. Eftirfylgjandi eru 68% av samanlagda felagnum selt fyri smáar 80 milliónir krónur. Ein staðfestur munur uppá 80 milliónir krónur. Hvat hini 32%, sum Framtaksgrunninum ikki slapp av við, sambært Dagmar Joensen, einaferð fara at geva, tað vil tíðin so vísa. Við at selja 68% hevur Framtaksgrunnurin tryggjað keyparanum ein kvalifiseraðan meiriluta, sum aftur merkir, at tey eftirverandi 32% einsamøll onga ávirkan hava. Og virðið verður hareftir.
Við øðrum orðum hevur Dagmar Joensen sum formaður í Framtaksgrunninum verið oddafiskur fyri at gjøgnumføra júst tað, sum hon ákærir okkum fyri. Seldu partabrøvini eru realiserað til eitt munandi lægri virði, umframt at tey virðini av eftirverandi partabrøvunum sýnast at vera sett í vanda. Hetta sæð í mun til givnu boðini uppá feløgini hvørt sær.
Fyri at eingin misskiljing skal vera, skal eg gera vart við, at einki samband var ímillum okkara boð uppá Fiskasøluna og boðið frá skipaeigarunum uppá Fiskavirking.
Aðru ferð stendur:

Upplýsing um, at grunnurin fyrireikaði samanlegging av fyritøkunum, fingu teir frá Sjúrða Horsdal, nevndarlimi í Framtaksgrunninum

Hvaðani Dagmar Joensen hevur hetta er mær ein gáta. Hetta er ósatt og skal eg hervið vísa hesum aftur.
Triðju ferð stendur:

Teir høvdu onga fígging aftan fyri sokallaða boðið.

Mánakvøldið tann 22. novemeber var boð uppá 45,5 milliónir latið Framtaksgrunninum. Týsdagin 23. november fór undirritaði saman við Hákuni Steingrímssyni, á fund við Framtaksgrunnin. Fyri Framtaksgrunnin møtti formaðurin, Dagmar Joensen, næstformaðurin Árni Dam, umframt stjórin, Jens Kári Vilhelm og skrivarin, Arnbjørn Egholm. Tilboðið varð gjøgnumgingið og diskuterað. Tá ið hetta var liðugt bað Framtaksgrunnurin um váttan um fígging. Ringt varð frá staðnum til fíggingarstovnin eftir hesari váttan og varð hon send við telefaksi stutt eftir. Framtaksgrunnurin var ikki nøgdur. Orðingin skuldi broytast, umframt at undirskriftin hjá fíggingarstovninum skuldi vera ekta. Tvs. við ordiligum blekki. Vit spurdu Framtaksgrunnin, hvussu orðingin skuldi ljóða. Framtaksgrunnurin orðaði hetta og varð hetta boðað víðari frá til fíggingarstovnin. Løtu seinni varð bræv við orginalundirskrift borið til Framtaksgrunnin í Bøkjarbrekku, Framtaksgrunnurin fekk tískil akkurát tað hann bað um viðvíkjandi váttan um fígging.
Eftir ynski frá Framtaksgrunninum var nýtt og endaligt boð latið Framtaksgrunninum. Endaliga boðið varð hækkað við umleið 2,1 millión krónu til 47,6 milliónir krónur.
At fíggingin ikki var ein trupulleiki fyri Framtaksgrunnin sæst eisini loksins á svarinum, sum vit fingu uppá tilboðið. Framtaksgrunnurin hevði ikki áhuga í boðnum. Eingin grundgeving varð givin. Heldur einki var nevnt um, at fíggingin ikki var í lagi. Hetta kann somuleiðis skjalprógvast.
Fjórðu ferð stendur:

Men Framtaksgrunnurin hevur fingið tvey sokallaði boð, annað uppá United Seafood beinleiðis umvegis Bjarna Djurholm leygarkvøld 27. november, og hitt uppá Faroe Seafood frá m.ø. Árna Arge og Hákun Steingrímssyni, har Bjarni Djurholm er kunnaður, og eftirfylgjandi hevur játtað teimum, at landskassalánið kann blandast uppí.

Fyri mær er hetta ein líka so stór gáta sum omanfyrinevndi pástandur. Eg kann sjálvsagt bara svara fyri meg sjálvan, men eg skal hervið afturvísa, at Bjarni Djurholm hevur givið mær slíkt lyfti. Mær vitandi hevur hann heldur ikki givið Hákuni Steingrímssyni slíkt lyfti.
Men tað, sum undrar meg allarmest er, hvussu henda frágreiðingin hjá Dagmar Joensen í fjølmiðlunum fullkomiliga hevur flutt fokus frá tí veruligu skandaluni, til skuldsetingar av øllum møguligum slag, um hvør hevur gjørt og sagt hvat  av røttum og órøttum. Enntá hava skuldsetingarnar sum avleiðing sett eina kanning av landstýrismanninum í vinnumálum í verk.
Hví hevur hetta størri áhuga enn at samanleggingin og eftirfylgjandi søla av Føroya Fiskasølu og Føroya Fiskavirking í ringasta føri hevur kostað Framtaksgrunninum umleið 80 milliónir krónur?
Ein áheitan til Erhvervs- og selskabsstyrelsen um eina kanning av Framtaksgrunninum við møguligari avleiðing, at endurgjaldskrav verður gjørt ímóti nevndarlimunum, hevði verið meira hóskandi. Men okkara fjølmiðlar hava als ikki havt sama áhuga fyri hesum, sum fyri høpisleysu frágreiðingini hjá Dagmar Joensen.
Dagmar Joensen er vorðin martýrur. Men hugsar nakar um avleiðingarnar av avgerð Dagmar Joensens um at leggja Føroya Fiskasølu og Føroya Fiskavirking saman? Also útyvir ein kostnað uppá einar 80 milliónir krónur?
Dagin eftir, at avgerð Framtaksgrunsins varð tikin, vóru eini 10 fólk send út í arbeiðsloysi. Tað er sjálvsagt nátúrligt, at tillagingar verða gjørdar, tá ið feløg á slíkan hátt verða løgd saman. Men uppsagnirnar vóru so væl planlagdar og neyvt gjøgnumførdar, at hetta minnti mest um eina avrætting.
Hesar lagnur vórðu stórt sæð tagdar burtur. Hóast fleiri av teimum eftir míni metan høvdu bráðfangis tørv á sálarliga kreppuhjálp, so varð henda hjálp ikki veitt teimum. Undranarvert, tá ið arbeiðsgevarin var eitt alment partafelag.
Aðrar lagnur vóru eisini. Sum avleiðing av samanleggingini av Fiskasøluni og Fiskavirking varð alt arbeiði á Fiskavirkinum í Hvalba og á Palm í Vági alt fyri eitt steðgað. I alt eini 70 fólk arbeiddu á hesum báðum virkjunum. Somuleiðis vórðu framtíðarætlaninar við Fiskavirkinum í Fuglafirði sleptar. Ætlanin var at gera virkið um til at kombinera laksa- og botnfiskavirkið, nú so lítið var eftir av laksinum. Í alt arbeiddu umleið 70 fólk á virkinum.
Vit tosa í alt um eini 150 fólk, sum hava mist arbeiði vegna avgerð Framtaksgrunnsins, sum Dagmar Joensen var nevndarformaður fyri.
Eg havi samkenslu við Dagmar Joensen, men satt at siga, so havi eg meira samkenslu fyri hinum 150 lagnunum, sum bara vóru óhepnar at vera í skeivum stað skeiva tíð.
Dagmar var sum formaður í Framtaksgrunninum neyvan nakar smyril í staraflokki, men heldur tað øvugta  ein neyðars veingjaskotin stari í smyrlaflokki.
Tá ið samanum kemur, so var Dagmar Joensen kanska bara ein løtt finna í stóra talvleikinum.
Havn, 22. juni 2006