Dagrøktin á skeið

Læraraskúlin hevur snikkað saman skeið, sum stendur kommunum í boði at bjóða dagrøktarmammum. Í Tórshavnar Kommunu hava 24 dagrøktarmammur verið á skeið. Nýtt skeið verður í januar

Dagfinn Olsen


Leygardagin vóru tær fyrstu av 24 dagrøktarmammum í Tórshavnar Kommunu lidnar á skeiði. Nú leygardagin verða hinar lidnar og verður í hesum sambandi samkoma á Føroya Læraraskúla leygardagin.

Tað er Føroya Læraraskúli, sum hevur snikkað saman eitt skeið fyri dagrøktarmammur.

Heri Kragesteen, sálarfrøðingur og lærari á Læraraskúlanum sigur, at leingi hevur verið hugsað um hetta, um tørv og hvussu hetta kann gerast.

? Talan er um nærumhvørvið og nakað, sum fer fram í egnum heimi, men harvið er ikki sagt, at tað ikki kann verða betri, sigur Heri Kragesteen.


Aftur í januar

? Talan er um eina ávísa professionellisering. Innihaldið á skeiðnum hevur verið børn og teirra menning, pedagogikkin og sálarfrøðin hevur havt stóran leiklut og eisini lógir og rættindi, sigur Heri Kragesteen.

Skeiðið tekur 3 vikur, harav 2 vikur eru á skúlabonki og ein vika er eygleiðing í egnum heimi.

Tá tær fyrstu 24 dagrøktarmammurnar í Tórshavnar Kommunu hava lokið skeiðið, so er ætlanin, at allar dagrøktarmammurnar í kommununi skulu hava møguleikan. Nýtt skeið byrjar aftur í januar komandi ár.

Fyribils eru tað bert dagrøktarmammur í høvuðsstaðnum, sum hava verið á skeið.

Spurdur, um ætlanir eru at fara út um miðstaðarøkið, sigur Heri Kragesteen, at hetta stendur til tær ymsu kommunurnar at taka støðu til.

? Føroya Læraraskúli hevur lagt skeiðini tilrættis. Hetta er eitt tilboð, sum so kann keypast. Sostatt stendur tað til kommunurnar sjálvar, um tær taka av, sigur Heri Kragesteen.