Mánadagin hin 19. september 2005 fer Ráðið fyri Ferðslutrygd at skipa fyri
dagsskeiði í Roskilde í Danmark. Evnini á dagsskeiðnum eru hesi:
*royndarkoyribreyt/hálkubreyt
*ferðslutrygdartiltøk í Roskilde
Flogið verður til Roskilde kl 7.30 á morgni og lent verður aftur í Vágum á
midnátt.
Endamálið við dagsskeiðinum er at seta spurningin við nevndu evni í
brennidepilin. Støðan er tann í dag, at flestu lond krevja koyriroyndir á
royndarkoyribreyt / hálkubreyt, tá ið koyrikort verður tikið. Um vit ikki
hava somu umstøður, er vandi fyri, at koyrikort okkara missir virði.
Hvørt ár senda fyritøkur og stovnar nógv fólk uttanlands at venja á
royndarbreyt / hálkubreytum fyri at dagføra koyriførleikan. Hetta kundi eins væl verið gjørt í Føroyum.
Meðan vit eru í Roskilde, verður høvi eisini nýtt til at hyggja
eftir, hvussu Roskilde kommuna hevur skipað ferðslutrygdina í býnum.
Til ber at leita sær fleiri upplýsingar á hesum støðum:
- um KTI (Køreteknisk Institut) á www.kti.dk
- um ferðslutrygdarætlanir í Roskilde á www.roskildekom.dk - leita
eftir: trafiksikkerhed.
Kostnaðurin fyri dagsskeiðið fyri hvønn er kr. 5.000, - alt íroknað - t.e.
fyrilestrar, koyriskeið, flutningur, tiltøk og matur. Tað krevst at uml. 50
luttakarar melda seg til skeiðið, fyri at tað skal lata seg gera. Upp eftir er
luttakaratalið avmarkað til talið á plássum, sum eru í einum flogfari.
Mánadagin 5. september verður støða tikin til, um tiltakið verður gjørt ella
ikki.
Meira fæst at vita við at venda sær til Ferðslutrygd 310204 - [email protected]
Jón Kragesteen.