Tvær tær seinastu 1/8 finalurnar í HM-endaspælinum í Russlandi verða í dag. Klokkan 15 spæla Svøríki og Sveis, meðan Ongland og Kolumbia spæla klokkan 19.
Í gjár vann Russland óvæntað á Spania, meðan Belgia stríddist leingi við at vinna á Japan, sum eitt skifti var á odda 2-0. Undan teimum eru Frakland, Uruguay, Brasil og Kroatia víðari til fjórðingsfinalurnar.
Í Onglandi er sannur fótbóltsfebur, tí vegurin til HM-finaluna telur ongar av favorittum til HM-heitið. Hóast Ongland higartil bara hevur vunnið á Tunesia og Panama, so er nýggja slagorðið, at “Football’s voming home”. Tað er heitið á einum av kendastu fótbóltssangunum nakrantíð. Hann bleiv fyrstu ferð gjørdur í samband við EM 1996, sum var í Onglandi. Ongland hevur ikki vunnið HM síðani 1966.
1/8 finala:
Svøríki – Sveis (Kl 15)
Leikvøllur: Sankt Petersborg Stadium
Dómari: Damir Skomina, Slovenia
Sjónvarp: KVF, TV2
Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)
Svøríki vinnur: 3.3
Javnleikur: 3
Sveis vinnur: 2.81
Møguligar uppstillingar:
Svøríki (4-4-2): Olsen - Lustig, Lindelöf, Granqvist, Augustinsson - Claesson, Svensson, Ekdal, Forsberg - Berg, Toivonen
*Larsson hevur leikbann
Sveis (4-2-3-1): Sommer - Lang, Djorou, Akanji, Rodriguez - Behrami, Xhaka - Shaqiri, Dzemali, Zuber – Drmic
* Schär og Lichtsteiner hava leikbann
1/8 finala:
Kolumbia – Ongland (Kl 19)
Leikvøllur: Spartak Stadion, Moskva
Dómari: Mark Geiger, USA
Sjónvarp: KVF, TV2
Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)
Kolumbia vinnur: 4.05
Javnleikur: 3.25
Ongland vinnur: 2.26
Møguligar uppstillingar:
Kolumbia (4-2-3-1): Ospina - Arias, Mina, D. Sanchez, Mojica - Barrios, Sanchez - Cuadrado, Quintero, Rodriguez - Falcao
Ongland (3-4-2-1): Pickford - Walker, Stones, Maguire - Trippier, Henderson, Lingard, Young - Alli, Sterling - Kane